Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sløkkiliðsbilurin í Leirvík

Oliver Joensen

Kjartan Simonsen var um ikki tann fyrsti, so ein av teim fyrstu, sum bygdi á nýggja ídnaðarøkinum við Klingrugarð.

Kjartan Simonsen sigur, at tað hevur gingið væl við umvælingarverkstaðnum og søluni av bilum síðani teir fluttu í nýggju hølini.

Ein slíkur brandbilur sum hesin til Leirvíkar Kommunu, er ein sølusáttmáli sum krevur nógv av okkum, við tað at hetta eru serbilar, sum sjálv MAN fabrikkin ikki ger liðnar.

Ígjøgnum Ringe karosseri AS í Danmark er bilurin vorðin uppbygdur í Eysturríki hjá Rosenbauer.

Hetta er ein sera nýmótans sløkkiliðsbilur við 280 HK motori. Bilurin er 13,5 tons og er útgjørdur við pumpu og 2.500 ltr. vatntanga.

Allar spulingar og í heila tikið stýring av bilinum meðan hann arbeiðir, kann gerast á einum displayið uttanfyri bilin, soleiðis at fyri vanda sløkkiliðsmannin er bilurin sera lættur at handfara.

Sum bilurin stendur ídag, kostar hann umleið 1,9 milj við mvg, ella góða hálva aðru millión krónur uttan MVG. Elektroniskt er bilurin útgjørdur við øllum tí nýggjasta, sum er á marknaðinum og við á Spf. Kjartan Simonsen fara at ynskja leirvíkingum tillukku við nýggja arbeiðistólinum.

Harleywoodpaint