Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umráðandi við góðari tilbúgving í Leirvik

Oliver Joensen

Í farnu viku fekk Leirvíkar Kommuna ein nýggjan sløkkiliðsbil. Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri sigur at tað er sera umráðandi at hava eitt vælvirkandi sløkkilið í Leirvík.

Nógv virksemi er í Lorvík, umframt sethúsini, so eru fleiri stórar fyritøkur í Leirvík, og tá so bygdin er bundin í økini rundanum vit tveimum tunnlum, so er alneyðugt at vit hava okkara egnu vælvirkandi tilbúgving.

Tað at vit nú hava fingið ein nýggjan sløkkiliðsbil, skal eisini síggjast við atlitið til Norðoyatunnilin. Tað vísti seg nevniliga, at gamli sløkkiliðsbilurin hevði ov lítlan motor til brekkuna í tunlinum og tí gjørdu vit okkum metingar um, um vit skuldu seta ein størri motor í gamla bilin, ella vit skuldu útvega okkum ein nýggjan.

Avgjørt bleiv at útskifta gamla bilin, eisini tí, at hann var ikki hildin at vera tíðarhóskandi.

Leirvíkar Kommuna hevur fingið avtalu við Ólav Olsen, á Statoilstøðini í Leirvík, um leigu av hølum til sløkkiliðsbilin, og eftir okkara tykki stendur bilurin væl har.

Samstundis, sum vit fingu nýggjan sløkkiliðsbil, valdu vit eisini at keypa útgerð at klippa bilar við, soleiðis at sløkkiliðið eisini skjótt kann fáa persónar leysar, ið møguliga eru kleimbdir í bilinum í einum møguligum óhappi.

8 sløkkiliðsmenn eru knýttir at sløkkiliðnum í Leirvík. Teir hava fingið tær neyðugu útbúgvingarnar og eru støðugt við til ymisk skeið. Harafturat hava vit samstarv við sløkkiliðið í Gøtu. Tað er nevniliga soleiðis, at tað altíð skulu seks fólk út við sløkkiliðsbilinum, hetta er sjálvdan nakar trupulleiki hjá okkum um kvøldarnar ella um náttina, men hetta kann vera ein trupuleiki um dagin, tá øll eru til arbeiðis, og tí hava vit avtalu við sløkkiliðsfólkini í Gøtu um at traðka til um neyðugt skuldi verið.

Nú vit hava fingið nýggja sløkkiliðsbilin, er sløkkiliðið í Lorvík væl fyri at luttaka í trygdini viðvíkjandi Norðoyatunlinum eins og Lorvíkstunlinum. Um óhapp er í øðrum tunlinum, har vit hava meira hjálp fyri neyðini, so er altíð møguleiki hjá okkum at fáa hjálp úr Klaksvík ella úr Gøtu, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík at enda.