Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SARA – ein av bestu handlunum í Klaksvík

John William Joensen

Nú jólastakanin er í hæddini, og handlarnir leggja seinastu hond á at pynta og snøgga handlarnar til jóla, hava vit vitja inn á gólvið í SARA, sum heldur til í Nólsoyar Pálsgøtu 5 í Klaksvík.

Vit spyrja Sára Mikladal, sum er eigari av handlinum, hvussu gongur, og hon sigur, at síðan flutt varð inn í nýggju hølini í apríl í ár, er vøruúrvali støðugt økt, og at hon hevur roynt at havt eitt so fjølbroytt og gott vøruúrval sum gjørligt, og at stórur dentur verður lagdur á at hava dygdarvørur. 



Víðari sigur hon, at úrvalið av undirklæðum til kvinnur, av heimskendu merkjunum Lejaby, Calvin Klein og Esprit eru smart og nýmótans, og at vaksandi eftirspurningur er eftir hesum merkjunum. Somuleiðis eru tað fleiri og fleiri kvinnur sum keypa Calvin Klein undirklæðini sum gávu til dreingir og menn, og hon heldur, at tað man verða tí at Calvin Klein undirklæðini eru væl umtókt og egna seg væl sum gávur, bæði í sambandi við føðingardagar og at leggja undir jólatræðið. Sum er, eru tað mest konufólkini sum vitja handilin, men hon gleðir seg til at fleiri mannfólk at hyggja inn á gólvið, tí sum hon sigur, so hevur hon vørur bæði til kvinnur og menn. 



Vit leggja til merkis, at handilin er á tremur við jólagávulutum, luktilsi, smyrsl, húðrøkt, v.m. av ymiskum slag. Sára sigur, at hon hevur keypt serliga nógv inn til jóla, og er hetta gjørt fyri at fólk í Klaksvík, Eysturoy og aðrastaðni við, eisini skulu kunnu fáa sín tørv á jólagávum dekkaðan her. 



Sára heldur, at nú er tað mesta av jólavøruni komið, men sigur tó, at tað framvegis er nakað á veg heim, sum hon hevur keypt frá nýggjum leverandørum. Hetta eru ymiskir prýðislurir, smykkir og hárprýði, luktilsi, smyrsl v.m., sum er sera væl egna sum gávurlutir, og eg ivist ikki í, at hetta úrvalið fer at verða sera væl umtókt. 



Handilin SARA er ein snøggur handil av sínum slag – undirklæðir, luktilsi, smyrls, húrøkt, prýðislutir v.m., og er avgjørt eina vitjan verdur, – fyri tann sum ynskir at gleða onnur ella seg sjálvan á jólum.