Eftir samráðingar í eina tíð hava Klaksvíkar Kommuna og Smyril Line nú gjørt avtalu um, at havnin í Ánum verður alternativ havn hjá Norrønu
Hetta verður tá veður og vindur forða fyri nýtslu av tí regluligu havnini hjá skipinum, upplýsir Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri.
Borgarstjórin upplýsir, at avtalan við Smyril Line eisini fevnir um nøkur viðurskifti, har kommunan skal skapa teir neyðugu karmarnar, ið krevjast til eina havn, har ferðamannaskip sum Norrøna leggja at.
– Fyri tað fyrsta er ein partur av avtaluni, at kommunan ger ein rampa til Norrønu, og at alt kaiøkið verður asfalterað til tarilarar og akfør.
Somuleiðis verður eitt eyka 200-tons skipsfesti gjørt.
– Í avtaluni liggur eisini, at havnin í Ánum gevur møguleikan til at veita Norrønu 200 tons av sóttreinsaðum vatni um tíman.
– Tollvaldið hevur eisini verið inni í myndini, soleiðis at umstøðurnar verða nøktandi í mun til teirra krøv til arbeiðsumstøður. Í samband við tollavgreiðslur er avtalað, at kommunan byggir eitt hús til endamálið.
Ein annar liður í avtaluni er, at havnin verður góðkend av løgreguni í samband við ”Schengen”.
Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri fegnast um hesa avtaluna, sum er ein liður í arbeiðnum at skapa virksemi og innihald í nýggju havnina í Ánum, sum liggur í framúr veðurgóðum umhvørvi og har tað er sera høgligt hjá stórum skipum at koma til og frá.
– Tað eru hesi viðurskifti, sum gera, at avtalur sum hendan við Smyril Line kunnu gerast, og tað fegnist eg um vegna alt býráðið, sum hevur staðið sera væl saman um menningina av hesum økinum í kommununi, sigur Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri í stuttari viðmerking
Kelda: www.klaksvik.fo




