Herborg, Rógvi, Bogi, Einar, Heðin og Julian umboða Klaksvík í FM í telving
FM finalurnar í talvi fyri børn og ung verða leygardagin í Argja Skúla. Kappingin er skipað í aldursbólkum og telvað verður um 5 FM-heiti: U10, U12, U14, U16 og U20. Harumframt er sera stórur spenningur um, hvør vinnur sær luttøkurætt til NM í talvi, sum verður í Íslandi í februar 2007.
Klaksvíkingarnir, sum hesaferð hava telvað seg fram til finaluna eru 6 í tali, harav tey 3 eru í U16-bólkinum. Tey eru Herborg Hansen, Rógvi Dragaberg og Bogi H. Eliasen, sum øll eru evnaríkir telvarar, ið liggja væl fyri í kappingini í teirra bólki í ár.
Givið er, at bert ein teirra kann gerast føroyameistari og bara 2 tey ovastu í bólkinum vinna sær atgongd til NM-kappingina, sum verður í februar komandi, so spenningurin er stórur undan leygardegnum.
Tann fjórði við KG á bógnum, sum er við í finalu-umfarinum, er Einar Gregersen, sum í innleiðandi umførunum samanlagt er nr. 2 í U12-bólkinum, so hansara møguleikar eru eisini heilt góðir, bæði fyri FM-heiti og NM-luttøku.
Teir báðir seinastu finalistarnir úr Klaksvík eru í tí yngsta aldursbólkinum, U10-bólkinum. Heðin Gregersen lá sum nr. 2 samanlagt í innleiðandi umførunum, og hann eigur tí at hava ein góðan møguleika at gera seg galdandi í finaluni. Seinasti finalu-luttakarin úr Klaksvík er Julian Gregersen.
Umframt serliga spenningin um, hvør vinnur FM-heitini, er somuleiðis sera stórur spenningur um, hvør vinnur sær luttøkurætt til Norðurlendska meistaraheitið (NM) í talvi sum verður í Íslandi í februar mánað 2007.
Nr. 1 og 2 í hvørjum aldursbólki luttaka. Kappingin er árliga hæddarpunktið hjá ungu telvarunum tí telvað verður eisini fyri møguleikanum – í ungum aldri – at sleppa uttanlands at telva ímóti javnaldrum úr hinum Norðurlondunum.
Tilsvarandi kappingar eru í hinum Norðurlondunum og senda hesi eins og Føroyar 10 teirra bestu telvarar til NM. Føroyar hava luttikið í NM fyri ung í nógv ár, men hetta er 5. árið uppí slag, at Føroyar luttekur við fullari manning.
Í Finlandi í februar mánað 2006 hepnaðist Helga Dam Ziska sum fyrsti føroyingur nakrantíð at vinna NM gull í aldursbólkinum 14-16 ár.
Undankappingar hava verið í Vestmanna og Klaksvík og 8 teir stinnastu telvararnir í hvørjum aldursbólki luttaka í finaluni. Undankappingarnar bera boð um eina óvanliga spennandi FM finalu og FM/NM stríðið sýnist víðopið í flestu aldursbólkunum.
Hóast 16 ára gamli Helgi Dam Ziska hevur møguleika fyri, aftur í ár, at luttaka í U16 bólkinum, hevur hann valt at royna seg í U20 bólkinum. Hetta boðar frá hugaligum sjálvsáliti hjá stórtalentinum og Helgi er ivaleyst eisini stórfavorittur at vinna FM í hesum bólkinum. Samstundis opnar val hansara dyrnar upp fyri øðrum evnaríkum telvarum, sum harvið hava betri møguleika at kvalifisera seg til NM í U16-bólkinum.
Serliga spennandi verður leygardagin, um Danmarksmeistarin frá 2006, Herborg Hansen, sum fyrsti
kvinnuligi telvarin nakrantíð, megnar at kvalifisera seg til NM.
Finalan byrjar kl. 10.00. Sí annars www.faroechess.com: http://www.faroechess.com/article.asp?id=837
Yvirlit yvir bólkarnar í skrivandi løtu:
A-bólkur – U20 ár:
1. Helgi Dam Ziska, Tórshavn
2. Jón Gregersen, Sandavágur
3. (ongin undankapping – Opin tilmelding)
B-bólkur – U16 ár:
1. Herborg Hansen, Klaksvík
2. Rógvi Dragaberg, Klaksvík
3. Bogi H. Eliasen, Klaksvík
4. Margar Berg, Tórshavn
5. Reidar Egilsnes, Vestmanna
6. Borgar J. Stórá, Vestmanna
7. Jóhan R. Mortensen, Oyri
8. Vagnur Dam, Oyri
C-bólkur – U14 ár:
1. Rógvi Egilstoft Nielsen, Sandavágur
2. Heiðrikkur Tindskarð Jacobsen, Tórshavn
3. Hjalti Toftum Jógvansson, Tórshavn
4. Rúni Vørmadal, Vestmanna
D-bólkur – U12 ár:
1. Jóhann Vørmadal, Vestmanna
2. Einar Gregersen, Klaksvík
3. Jógvan Emil Joensen, Vestmanna
4. Eydna J. Andreasen, Tórshavn
5. Johan Hentze, Oyri
6. Sára T. Olsen, Tórshavn
7. Bárður J. Stórá, Vestmanna
8. Martin Skúvádal, Vestmanna
E-bólkur – U10 ár:
1. Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágur
2. Heðin Gregersen, Klaksvík
3. Rúni Tindskarð Jacobsen, Tórshavn
4. Janus Egilstoft Nielsen, Sandavágur
5. Alfred Olsen, Vestmanna
6. Julian Gregersen, Klaksvík
7. Rúni í Lon, Tórshavn
8. Dánjal K. Hansen, Tórshavn




