Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Messias í Christianskirkjuni

(Norðlýsið – Tíðindi)

Suð og Havnarkórið framføra í felagskóri Händels Messias

Megnarverkið Messias av G. F. Händel verður framført í Christianskirkjuni komandi leygardag kl. 17.00.
Tað eru kvinnukórið Suð í Klaksvík og Havnarkórið í Tórshavn, sum umvegis tunnilin hava funnið saman í fyrimyndarligum samstarvi um eina ómetaliga áhugaverda verkætlan.

At útbygda samferðalukervið, nú í seinastum við undirsjóvartunlum, skapar møguleikar til liviligari og ríkari tilveru her í okkara fjalla- og oyggjalandi er eyðsæð. Hetta merkist á øllum samfelagsøkjum, vinnu- og handilslívið fær rúmari ræsur, ítróttalívið nýggjar møguleikar, og innan annað mentanarvirksemi eitt nú í tónleikinum er veingjabreiðið víðkað til størri avbjóðingar og kravmiklari framtøk.

Framførslurnar av megnarverkinum Händels Messias komandi vikuskifti – 9. og 10. des. eru dømi um hetta. Havnarkórið í Tórshavn og kvinnukórið Suð í Klaksvík hava her funnið saman í fyrimyndarligum samstarvi. Mansparturin hjá Havnarkórinum eri víðkaður við monnum m.a. úr Klaksvík, og úrslitið er vorðið eitt so væl mannað kór, at tað kundi geva dirvi til at heita á solistar á altjóða støði uttanífrá um at verða við.

Havnarkórið fyllti fjøruti fyrr í ár, og er henda framførsla sostatt ein tignarligur endi á hesum jubileumsári.

Suð, ið merkir veingjasuð, hevur sítt støði í skúlakórarbeiði við Ósaskúlan í Klaksvík, Barnasangskúlanum hjá Jógvani við Keldu og teim gitnu 17 Sangarunum. Við Steinvør Fonn sum leiðara hevur kórið ment seg til at vera eitt av dygdarbestu kórum í landinum. Kórið hevur eyðkent seg við sínari fjølbroyttu skrá frá tí klassiska til tað nútíðarliga sum t.d. gospelsang.

Við 17 satsum úr oratoriinum Messias á skránni og við Jóhannes Andreasen sum undirleikara hevði kórið væleydnaða uttanlandsferð til Skotlands seinastu páskir. Messias gjørdist soleiðis eisini ein natúrligur bindiliður millum Suð og Havnarkórið.

Kórini hava vant skiftivís í Klaksvík og í Torshavn og eru nógv áhugaverd tónleikabond knýtt um firðir og sund, sum koma báðum høvuðsstøðunum til gagns.

Av sonnum eitt
Mentanarligt samstarv gjøgnum Norðoyatunnilin:
Suð og Havnarkórið framføra í felagskóri Händels MESSIAS.

Leygardagin 9. des. 2006 kl 17.00 konsert í Christianskirkjuni
Sunnudagin 10. des. 2006 kl 16.00 konsert í Norðurlandahúsinum
Á skránni: Messias av G. F. Händel

Kelda:www.klaksvik.fo