Tankar mínir eru hjá tykkum, sum búgva í Jyllandi, hjá øllum tykkum eg eri komin at kenna síðani 1983.
Mong eru flutt, summi til Føroya onnur eru nýliga komin til Danmarkar. Afturímóti tá ið vit eru heima og nærum ikki kenna hvønn annan, broytist hetta uttanlanda og vit hugsa um hvussu føroysk vit eru, og í tí fremmanda landinum vaknar hetta føroyska í okkum og dregur okkum saman, tí vit eiga eitt føðiland móti norði, ið vit elska.
Mong av okkum hava verið í Danmark í áravís, til tykkum øll vilja Gretha og eg senda okkara bestu jólaynski um eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Tit sum kenna Grethu og meg, vita um verkið vit hava staði fyri hesi mongu ár. Tey seinastu 5 árini hava vit fingið eina góða vitjan í desember mánaða. Undan jólum hevur sangbókurin Vitin úr Betesda í Klaksvík vitja og hava teir lyft okkum upp, tá teir hava sungið um Harran Jesus Kristus við teirra vøkru røddum.
Í ár vera teir ikki færri enn 12 mans, sum spæla, syngja og tala fyri okkum. Byrjað verður í Sædding Center Esbjerg 15. des. kl. 19.30, haðani gongur leiðin "nord over" til Hirtshals, har vit vera á Motel Nordsøen 16. des. kl. 15. Víðari fara vit til Aalborg sama dag og vera í Bethaniakirkjuni, Dag Hammerskjöldsgade 2 kl. 20. Endað verður í Vejle, Staldgårdsgade 4, 17. des. kl. 17.
Vitin verður við á øllum hesum fundum, eisini verða vitnisburðir við Levi og fleiri. Eftir allar fundirnar borðreiða vit við føroysjum viðskera, Rís àlamande og børnini fáa karamellur, so hetta skuldi verið lívgandi fyri okkum øll.
Bøn okkara er, at vit síggja so mong sum til ber. Øll eru hjartaliga vælkomin, serliga tey sum koma á fyrsta sinni, vælkomin øll somul.
Vitin og vit allir, senda okkara bestu heilsanir í navni Frelsarans, við bøn um nakrar góðar løtur saman.
Klaksvík 24. november 2006
Levi Joensen




