Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu: Jógvan spyr løgmann

(Norðlýsið – Tíðindi)

Viðvíkjandi broyting og betran av bygnaði á ávísum almennum stovnum.

Heldur løgmaður ikki, at tíðin er komin, har vit skulu fáa gjørt upp í hesum málum og stovnum, við at desentralisera partar av hesum økjum, so vit fáa fleiri fyrimunir:

Bíligari og tryggari rakstur, lægri høliskostnað og eina effektivari arbeiðsgongd. Hvat ætlar løgmaður at fyritaka sær í hesum málum, nú visjón 2015 er fullvirkin.

Eg fari at vísa til samgonguskjalið við “breiðu semjuni”, sum fevnir um uppbýttar tættir, betringar, ábøtur og broytingar, sum skulu gerast, so samfelagið fær betri og tryggari tænastu fyri færri pengar. Nøkur mál eru framd við eydnu, meðan meiri og fleiri álvarslig brek eru á øðrum kostnaðarmiklum og so grundleggjandi økjum. Har framhaldandi brek hava verið í ártíggjur.

Tað er ikki so einfalt at stjórna einum landi, serliga ikki lítlum og viðbreknum landi sum Føroyar. Tí kunnu vit ikki bara taka bygnaðir inn frá eitt nú Danmark, har tey flestu okkara eru útbúgvin.

Landssjúkrahúsið og Vinnuháskúlin eru bara tvey dømi um økir, sum organisatoriskt virkað út av lagi og eg eri sannførdur um, at hesi ikki fara at virka uttan eina grund-leggjandi broyting. Vit kunnu sum landsins leiðarar ikki bara lata standa til og hyggja at núverandi støðu.

Skúlar og stovnar úti um landið, Almanna- og heilsuskúlin, Skipaeftirlitið, skúlarnir á Kambsdali, Tekniski skúlin í Klaksvík, Húsarhaldsskúlin, Trygdardepilin, sjúkra-húsini á Tvøroyri og í Klaksvík hava virka væl og vanliga í friði. Tú hoyrir ikki frá trupulleikum har. Tað sum vit eru vitni til viðvikjandi ávísum stovnum í høvuðsstaðnum er, at har eru ovurstórir dagligir trupulleikar á so mongum økjum, hóast ongantíð hevur staðið á at fáa játtaðan pening frá myndugleikum.

Her má nakað grundleggjandi henda nú, og nakrar álvarsamar avgerðir mugu takast.

Vit duga illa at hugsa og ímynda okkum, hvat hesir stovnar kosta okkum í tørvandi trivnaði, fundartíð, mistum peningi og mistari arbeiðstíð. Helst er talan um milliónir krónur.

Tí fari et at seta løgmanni sum samgonguleiðara henda fyrispurning.