Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrireikingin at einskilja Føroya Banka byrjað

(Norðlýsið – Tíðindi)

Fíggingargrunnurin frá 1992 hevur valt ráðgevarar at fyrireika einskiljingina, og verður Bankin væntandi skrásettur á virðisbrævamarknaði í 2007

Samsvarandi løgtingssamtyktini 2. mai 2006 um at einskilja og skráseta Føroya Banka á virðisbrævamarknaði hevur Fíggingargrunnurin frá 1992 nú sett saman eitt lið av fíggjarligum, løgfrøðiligum og øðrum ráðgevum at fyrireika og fremja tilgongdina.



Skrásetingin á virðisbrævamarknaði skal tryggja ein spjaddan eigaraskara í bankanum við sølu av partabrøvunum til privatar, stovnsligar og fíggjarligar íleggjarar. Fyri at tryggja gott gjaldføri og góða prísáseting er ætlanin, at bankin skal skásetast bæði á Virðisbrævamarknaði Føroya og Københavns Fondsbørs.



"Arbeiðið gongur sum ætlað, og vit gleða okkum til at fremja eina væl eydnaða skráseting næsta ár, sum skal vera grundarlag undir uppaftur størri framgongd í Føroya Banka til gagns fyri kundar bankans og menningina av føroyska fíggjargeiranum sum heild," sigur formaðurin í Fíggingargrunninum, Eyðun á Rógvi.



Fíggingargrunnurin hevur valt Handilsbanken Capital Markets sum fíggjarligan ráðgeva at standa á odda fyri einskiljingini og fer nú í samstarvi við ráðgevararnar og Føroya Banka at leggja tilgongdina til rættis soleiðis, at skráseting á virðisbrævamarknaðunum kann verða framd í 2007.