Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar eru við í 7 verkætlanum

(Norðlýsið – Tíðindi)

NORA letur 2,3 milliónir í stuðli til samstarvsverkætlanir í Norðurhøvum

Tilfeingið úr havinum, ferðavinnuverkætlanir, alternativar orkuloysnir og flutningur á Norðurhøvum vóru yvirskriftirnar á teimum 10 verkætlanunum, sum fáa stuðul í seinna stuðulsumfarinum hjá Norrønum Atlantssamstarvi (NORA) í ár. Stuðulin var tilsamans 2,3 mill. krónur

5 verkætlanir eru um tilfeingið úr havinum. Ein skal kanna skaðar á hummara, ein skal kanna livilíkindi hjá gággu og um tað ber til veiða gággu til matna á ein bæði lønandi og burðardyggan hátt.

Astaxanhin er evni, sum er í rækjuskelini. Endamálið við verkætlanini er at kanna um tað ber til at vinna evnið úr rækjuskelini á náttúrligan hátt. Hetta kann koma væl hjá teimum sum framleiða fóður til alivinnuna

Tvær netverksverkætlanir fáa stuðul at menna samstarv. Onnur verkætlanin skal menna samstarv millum miðstøðir fyri nýskapan innan fisk. Seinna verkætlanin skal menna samstarv millum serligar førleikamiðstøðir um kóp.

Tvær ferðavinnuverkætlanir fáa eisini stuðul, onnur skal menna eina handbók til náttúruferðavinnu í Norðurhøvum og hin er til eina verkætlan, sum skal taka nýta staðbundnar sagnir og ævintýr í ferðavinnuni.

Tvær samstarvsverkætlanir um varandi orku fáa stuðul. Onnur skal menna samstarv innan vetni (hydrogen), sum orkukelda í Norðurhøvum. Hin er ein verkætlan sum skal menna samstarv um at gagnnýta vindorku til hita.

Seinasta verkætlanin, sum hevur fingið stuðul er ein verkætlan, sum skal menna eitt serligt flogfar, sum skal nýtast í Norðuratlantshavi til serligar flutningsuppgávur

Luttakararnir í teimum 10 verkætlanunum býta seg soleiðis millum londini í NORA økinum: Føroyar eru við í 7 verkætlanum, Noregi og Ísland 6., Grønland 5 og Kanada og Danmark eru við í 3.

Nora ynskir við játtanunum at stuðla vinnuframasamstarvi í Norðuratlantshavinum við verkætlanum og menning av netverkum innan eitt nú ferðavinnu, tilfeingi úr havinum, samferðslu og vinnumenning. Norrønt Atlantssamstarv (NORA) hevur høvuðsskrivstovu á Bryggjubakka í Havn.