Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrið stuðlar í Gambia

(Norðlýsið – Tíðindi)

1,3 mió kr til ‘Food For Education’ menningarverkætlan í Gambia.

Landsstýrið hevur latið ST-stovninum World Food Programme 1,3 mió kr til ‘Food For Education’ menningarverkætlan í Gambia.

“Food For Education” er ein langtíðar menningarverkætlan, sum World Food Program hevur sett í verk í Gambia í 2003. Endamálið við tiltakinum er at tryggja skúlabørnum eina máltíð meðan tey eru í skúla. Samstundis skal hetta vera við til at fáa fleiri børn at ganga í skúla. Í Gambia er tað ikki ein sjálvsagdur lutur at øll børn ganga í skúla, ei heldur at tey fáa eina máltíð hvønn dag. Átakið “Food For Education” tryggjar at skúlabørnini fáa eina máltíð dagliga, samstundis sum tey læra at lesa og rokna.



Virkið hjá WFP

World Food Program hevur sum høvuðsendamál at nøkta tørvin á mati í hungursraktum økjum í heiminum. Um 80-90% av orkuni hjá WFP fer til at nøkta bráðfeingis mattrot, men WFP arbeiðir eisini við langtíðar menningarverkætlanum sum hesari í Gambia.



Gambia liggur á eystursstrondini í Afrika og er við sínum uml. 1,5 mió íbúgvum millum heimsins fátækastu lond. BTÚ pr innbúgva er USD 290 og landið hoyrir harvið til í bólkinum av menningarlondum, ið hava lægst menning, lægst inntøku og støðugt mattrot.



“Food For Education” í Gambia fevnir um 124.000 skúlabørn í 500 ymiskum skúlum og barnagørðum. Hetta svarar til um 10% av íbúgvunum í landinum. Átakið hevur ført við sær at 23% fleiri børn ganga í forskúla og í teimum yngstu flokkunum. Fyri at verkætlanin skal hava eitt veruligt menningarinnihald og fyri at tryggja eina heildartilgongd, samstarvar WFP við ymsar ST-stovnar og aðrar felagsskapir. Hetta samstarv tryggjar, at ymisk onnur týðandi viðurskifti, ið ávirka møguleikarnar hjá børnunum at mennast, eisini verða tikin við. Soleiðis umfatar verkætlanin eitt nú átøk fyri at lekja børn fyri orm, at byggja køkar og baðirúm í skúlunum, at gera skúlagarðar, at skipa fyri undirvísing í heilsuviðurskiftum, her serliga innan HIV/AIDS.