Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bókaummæli – Fótbólturin 2006: Endiliga er hon útaftur-komin – fótbóltsárbókin

John William Joensen

Mong munnu við gleði taka ímóti bókini “Fótbólturin 2006”.

Við henni hevur tann væl umtókta fótbóltsárbókin, sum varð givin út til fyri fáum árum síðan, fingið ein verdugan av
loysara. Hendan nýggja útgávan
leggur minni dent á hagtøl og er ikki heilt so gjøgnumførd í innihaldi sum tann gamla. Tó er hon størri, litríkari og harvið vakrari enn gamla útgávan, við størri myndum, har allar eru litmyndir. Ein flott og upplýsandi jólagáva, sum eigur at verða løgd undir flestu jólatrø í
landinum!

So at siga allir fótbóltsáhugaðir føroyingar hava óivað verið sera fegnir um fótbóltsárbøkurnar, sum vórðu givnar út árini 1992-2003.
Umframt áhugaverdur lesnaður eru hesar bøkur eitt sera hent amboð hjá okkum, ið fáast við at skriva um fótbólt, og sum søgulig kelda.
Tað var tí stórur saknur, tá tað í 2004 kom steðgur í hesar hentu bókaútgávur, og gleðin var heldur ikki minni, nú tað um dagarnar frættist um, at ein nýggj árbók, fyri 2006, var á veg.
Tað er ítróttarskrivarin á Dimmalætting, Emil L. Jacobsen, sum saman við Sveini Tróndarson og fyritøkuni Sisero hevur tikið stig til hesa útgávuna, ið nú hevur heitið “Fótbólturin 2006”.

Eitt “must” fyri føroyskan fótbólt.
Vit á Norðlýsinum fegnast um hesa bókaútgávu, sum veruliga er eitt “must” fyri føroyskan fótbólt. Tað hongur líkasum ikki alt saman, um vit ikki hava eina seriøsa fótbóltsárbók her í landinum. Til tað er føroyskur fótbóltur alt ov stórur og rúgvismikil.
Tí fer ein tøkk hiðani til útgevararnar fyri hesa útgávu, sum vit vóna fer at halda fram komandi árini.

Vøkur við litmyndum.
“Fótbólturin 2006” er ein nokkso munandi øðrvísi bókaútgáva enn tær útgávurnar, sum Forlagið Ítróttarbøkur gav út til og við 2003, men samstundis skal sigast, at hon er ein verdugur avloysari fyri fyrru útgávuna – tað er ikki tað.
Til fyrimunar fyri nýggju útgávuna kann sigast, at myndirnar í nýggju útgávuni sum heild eru munandi størri enn í gomlu árbókini.
Hetta ger bókina litríka og vakra at blaða ígjøgnum.
Hinvegin er ein avleiðing av at hava stórar myndir, at tær verða eitt sindur færri, enn tær kundu verið.
Fyri at lýsa nakrar av mununum á gomlu og hesi nýggju fótbóltsárbókini, hava vit kagað í ta seinastu útgávuna av gomlu árbókini (fyri 2003) og borið saman við hesa fyri 2006.

Sakni fleiri liðmyndir.
Tann gamla telur 176 síður, meðan hendan telur 201, so har er ikki tann heilt stóri munurin.
Í tí gomlu eru 180 fótbóltsmyndir (svart/hvítar) inni í bókini. Í hesi nýggju eru 119 fótbóltsmyndir (í litum) inni í bókini.
Í tí gomlu eru 38 liðmyndir, har næstan allar hava myndatekst við frágreiðing um leikararnar á myndini, meðan tilsamans 3 liðmyndir eru í hesi nýggju, ein av føroyameistarunum í HB, ein av føroyameistarunum í KÍ (kvinnur) og ein av landsliðnum. Bara landsliðsmyndin hevur myndatekst, har greitt verður frá leikaranøvnunum. Eitt nú er eingin liðmynd av steypavinnarunum B36, ið má metast at vera eitt minus.
Tað er týðiligt, at nýggi útgevarin leggur dent á at hava aktion-myndir, har fleiri eru redigeraðar, so tú bara sært ein ella tveir leikarar á myndini, meðan alt uttanum er skorið burtur. Stóru litmyndirnar gera bókina litríka og livandi, og redigeringin ger myndirnar reinari og ruddiligari enn annars, men samstundis er minni at hyggja at á hvørjari mynd, og tað ger samstundis, at tú missur dámin uttan um leikararnar á myndini.
Tá ein skrivar søgu, er umráðandi at hava tey við í søguskrivingini, sum hava skapt søguna. Í fótbóltshøpi eru liðmyndirnar ógvuliga sigandi og upplýsandi, tí har fært tú – eisini tá ár eru farin – sett andlit á nøvnini í leikarayvirlitunum og hagtølunum annars. Tí er saknur í fleiri liðmyndum.
Hetta er sjálvandi altíð ein spurningur um, hvørja kós ein bókaútgevari leggur seg á. Gamla árbókin hevði liðmyndir av øllum liðum í bestu deildini umframt av fleiri vinnaraliðum í lægru og yngru deildunum.

Savnar seg einamest um Formuladeildina.
Hendan bókin leggur størstan dentin á Formuladeildina, ið eisini má metast at vera nátúrligt, tí tað er jú har, mesti áhugin er.
Tikið verður eisini saman um steypakappingina, Evropa-cup luttøkurnar og kvinnufótbóltin, og nakað verður eisini gjørt burtur úr a-landsliðsdystunum, eins væl og ein samanumtøka er um dystirnar hjá teimum yngru landsliðunum.
Í sambandi við Formuladeildina eru hagtøl fyri hvørt einstakt leikumfar, men hetta verður ikki gjørt fyri aðrar kappingar. Tó er ein opna við yvirliti yvir nr. 1, 2 og 3 í øllum fótbóltskappingum.
Hinvegin eru hagtølini rættiliga fullfíggjað í sambandi við Formuladeildina, har hvørt einstakt felag verður væl og virðiliga lýst við einum fullfíggjaðum yvirliti yvir allar leikarar, tal av dystum, málum, leiktum minuttum o.s.fr.
Gamla árbókin inniheldur – umframt bestu deildina – eisini gjøgnumgongd av næst bestu deildini, umfar fyri umfar og fullfíggjað dystarhagtøl hvørt umfar í bestu, næstbestu og triðbestu deildunum. Somuleiðis leikarahagtøl fyri næst bestu deildina og øll dystarhagtøl + málskjúttar í bestu kvinnudeildini.
Samanumtikið er gamla árbókin tí meira verd sum søguligt keldutilfar fyri okkum sum fáast við at skriva um fótbólt.
Hendan nýggja árbókin er hinvegin – sum útgevarin sjálvur sigur í innganginum – ein “bók fyri tann breiða skaran at fótbóltsáhugaðum føroyingum, við denti á góðum myndum í litum og tekstum, ið eru væl skrivaðir, fangandi og lættir at fara til”.
Samanumtikið má sigast, at útgevararnir av Fótbóltinum 2006 náa sínum sínum málsetningi við bókini, sum er ein sera góð jólagáva til allar føroyingar, sum hava áhuga í fótbólti – ein livandi, væl skrivað, litrík og upplýsandi fótbóltsárbók.
So far og keyp hana sum jólagávu til onkran av tínum næstu ella vinfólki – hon er tað verd.

Ítróttar-Norðlýsið