Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team-Klaksvík fær leikligan styrk til kvartfinaluna: Jens Martin Knudsen við ímóti Neistanum!!

John William Joensen

Team-Klaksvík, sum ikki eingong er ársungi í føroyskum hondbólti, hevur neyvan nakran livandi kjans ímóti besta Neista-liðnum í kvartfinaluni á útivølli mikukvøldið.

Men undirtippaðu klaksvíkingarnir fara at spæla fyri møguleikanum, og liðið verður til hendan dystin eisini styrkt við einum av okkara bestu hondbóltsleikarum gjøgnum tíðina: Jens Martin Knudsen!



Um tað var nóg mikið at spæla við hjartanum fyri at vinna ein hondbóltsdyst, so er eingin ivi um, at Team-Klaksvík hevði vunnið kvartfinaluna, sum verður í høllini á Nabb nú mikukvøldið kl. 18:45. 



Spurningurin er bara, hvussu langt motivatión og hjarta fyri søkini kunnu røkka í mun til leikligar royndir og dystarvenjing á ovasta hondbóltsstøði. 



Higartil hevur nýggja manshondbóltsliðið Team-Klaksvík gjørt øll bilsin við sínum óvæntað góðu úrslitum, men hondina á hjarta! – Besta liðið hjá Neistanum er risastórur favorittur í hesi kvartfinaluni, og alt annað enn ein tryggur sigur til havnarmenninar er ein sensatión. 



Men, men … tá hetta er sagt, so hevur Dávid fyrr vunnið á Goliat, Føroyar vunnu á Eysturríki, og múrar Jerikos hava fyrr víst seg at verið til at vinna á!! 







Neistamenn vilja ikki í KÍ-høllina. 



Um vikuskiftið fingu vit orðið á formannin í Team-Klaksvík, Fríðin Ziskason, ið sjálvandi er sera spentur til hendan kvartfinalu-dystin, sum uttan samanlíkning sjálvandi er so nógv tann størsti higartil hjá nýggja Klaksvíks-liðnum. 







– Alt annað enn ein sigur til Neistan er sjálvandi ein stór sensatión, leggur formaðurin fyri. 







– Men sjálvandi fara vit at kempa við lív og sál fyri okkara lítla møguleika. 







– Tekniskt kunnu vit ikki meta okkum við Neista-leikararnar, men kanska ein lítil møguleiki liggur í tí , at vit eru rímiliga stórir leikarar. 







Lutakastið vildi tað soleiðis, at Neistin fekk heimadystin í hesi kvartfinaluni, men sum Norðlýsið skilir, so hevur Team-Klaksvík roynt at fáa Neistan við uppá at flyta kvartfinaluna í KÍ-høllina. Hetta hevði sjálvandi verið ein fantastiskur møguleiki hjá klaksvíkingum at uppliva fyrsta stóra manshondbóltsdystin í fleiri ár í KÍ-høllini. 







Men hetta eru havnarmenn ikki sinnaðir til, og kvartfinalan verður tí í Havn, so sum lutakastið vildi tað, og Fríðin vónar, at klaksvíkingar leggja leiðina í høllini á Nabb mikukvøldið klokkan 18:45. 







– Teir er sjálvandi eitt nógv betri lið enn vit, men onkursvegna munnu teir hava hildið tað verið ov vágið at koma til Klaksvíkar, har ein kundi roknað við eini fullsettari KÍ-høll, og tað skilja vit sjálvandi væl, samstundis sum vit kenna okkum eitt lítið sindur smikraðar, at sjálvt tað besta liðið hjá Neistanum hevur somikið av virðing fyri okkara liði, heldur Fríðin Ziskason. 







Ein tendraður Allan Mørkøre! 



– Vit hava ein landskappingardyst leygardagin ímóti Kyndli í Havn, men liðið verður eitt sindur øðrvísi mannað tann dystin, millum annað tí onkrir leikarar eru burturstaddir um vikuskiftið. 







– Harafturat hava vit og Allan Mørkøre valt, at hann skal hvíla seg hendan dystin, so hann verður fult út tilreiðar til dystin mikukvøldið, greiðir Fríðin frá, meðan vit hóma eitt skálkasmíl í andlitinum á honum. 







Flestu føroyingar, og ikki minst klaksvíkingar, kenna vinnaraviljan og -hugburðin hjá Allani Mørkøre, og Fríðin dylur ikki fyri, hvussu fegin hann er fyri at hava Mørkøre-mannin við á liðnum hjá Team-Klaksvík. 







– Við sínum 64 málum í 8 dystum er Allan okkara suvereni toppskjútti og ein fyrstafloks ítróttarkempa, sum vit eru sera fegnir um at hava á liðnum. Hann er ógvuliga tendraður, og tað kemur felagnum tilgóðar. 







– Somuleiðis eru vit sera fegnir um at hava Jákup Mikkelsen í málinum. Hann spælir sera væl. Til dømis tók hann heili 5 brotskøst í steypakappingardystinum ímóti næst besta liðnum hjá Kyndli. 







– Tað er altíð ein vandi í at nevna leikarar fram um aðrar, og eg má undirstrika, at vit eru fegnir um allar leikararnar, sum vit hava á liðnum. Men samstundis krevja øll lið at hava undangonguleikarar, og eg veit, at bæði Allan og Jákup væl og virðiliga tola, at eg nevni teir. 







– Somuleiðis eru vit sera fegnir um at fáa Jens Martin Knudsen við á liðið. Vit hava tosað saman fyrr, og Jens Martin hevur verið positivur, og nú er tað so komið í lag, at hann kemur at spæla við okkum í kvartfinaluni ímóti Neistanum, upplýsir Fríðin. 







– Jens Martin hevur verið ein av okkara allar bestu hondbóltsleikarum. Nú hevur hann ikki gjørt so nógv við hondbóltin, sum onkuntíð fyrr, men eingin ivi er um, at hann er ein veldigur styrkur fyri okkara lið. 







Málskjúttar higartil hjá Team-Klaksvik: 







Allan Mørkøre dystir:8, mál:64 



Danjal Kjærbo dystir:8, mál:43 



Fríðin Ziskason dystir:8, mál:32 



Kristian Andreasen dystir:5, mál:23 



Niclas Niclasen dystir:7, mál:20 



Steffan Kalsø dystir:7, mál:16 



Meinhardt Joensen dystir:3, mál:14 



Kristoffur Jacobsen dystir:2, mál:12 



Jón Jacobsen dystir:3, mál:11 



Jógvan Hansen dystir:3, mál:10 



Gunnar Á Steig dystir:6, mál:9 



Tórður Lervig dystir:2, mál:7 



Beinur Heðinson dystir:4, mál:3 



Óli Poulsen dystir:1, mál:3 



Rógvi Olsen dystir:3, mál:2 



Heri Thorsteinson dystir:3, mál:2 



Jakup Mikkelsen dystir:7, mál:0 



Sylvan Jacobsen dystir:4, mál:0 



Bent Hansen dystir:4, mál:0