Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn er óvist við fótbólts-spælinum á flatlondum

Norðlýsið

Hann var ein av fremstu profilunum hjá KÍ í 2006. Nú er hann fyribils fluttur til Danmarkar, har hann hevur vant eitt sindur við einum felag í næstbestu donsku kappingini, 1. deild, men enn er als ikki vist, um tað verður til meira enn tað.

Jú, stillføri Atli Danielsen er sær sjálvum líkur, og roknar einki fyri givið í sambandi við fótbóltsspælið í Danmark. Vit fingu eitt stutt prát við hann í Kjølbro Heilsølu, har hann hjálpir til eitt sindur nú um jólini.

Atli Danielsen, sum í 2006 var ein av leiðandi profilunum á besta KÍ-liðnum, hevur síðan kappingarlok flutt teltpelarnar niður til Danmarkar, har unnustan lestur sjúkrarøktarfrøði.

Hann er í hesum døgum heima um jólini og nýggjarið og arbeiðir á sínum góða gamla arbeiðsplássi, J. F. Kjølbro Heilsølu, har tað í løtuni er nógv at taka hond í, nú jólasølan man vera um at koma í hæddina.

Vit løgdu leiðina norður á Stengur, har blíðskapurin sum altíð var sera stórur, og í kaffistovuni fingur vit eitt stutt prát við hendan stillføra landsliðsleikaran.

Gott umhvørvi í Keypmannahavn.

Fyrr í ár fekk unnustan pláss á einum sjúkrarøktarfrøðiskúla í Danmark, og tá landskappingin var av, keypti Atli – ikki óvæntað – ein ferðaseðil og fór sama veg. Og hann letur væl at umhvørvinum millum føroyingarnar í Keypmannahavn, har tey bæði nú halda til.

– Mær hevur higartil dámað sera væl í Danmark. Vit kenna fleiri av teimum, sum eru í sama umhvørvi, og samanhaldið er sera gott, so tað er sera hugaligt og hugnaligt at vera har.

– Millum annað savnast við regluliga í Kristnastovu, har okkum eisini dámar sera væl at koma. Ætlanin er at fara undir lesnað, sum byrjar í september komandi ár, upplýsir 23 ára gamli klaksvíkingurin. Hevur vant við FREM. Á fótbóltsmótinum er einki avgjørt enn hjá Atla, og hann er eisini varin at úttala seg ov nógv um tey viðurskiftini.

– Eg havi vant eitt sindur við fótbóltsfelagnum Frem, har besta liðið spælir í næst bestu donsku fótbóltskappingini, 1. deild, men enn er alt ov tíðliga at siga nakað um, hvat tað verður til.

– Tað er altíð ringt at siga nakað um, hvussu tað verður, tá ein fer til eitt fremmant umhvørvi at venja, og í fyrsta umfari havi eg bara vant við felagnum nakrar ferðir, og so fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, sigur Atli.

– Tað eru sjálvandi nógv ting, sum ávgera, um tað verður til nakað. Til dømis hvussu ein sjálvur klárar seg, um felagið hevur brúk fyri akkurát mínum spælihátti, hvat felagið annars hevur at bjóða, hvussu ein trívist o.s.fr. – so, ja … enn er einki vist – vit fáa at síggja!

Fótbótsfelagið FREM, sum í løtuni er nr. 7 í donsku 1. deild, hevur annars tríggir føroyingar í besta hópinum: 24 ára gamla verjuleikaran Atla Gregersen, 20 ára gamla málmannin Gunnar Nielsen og 19 ára gamli verjuleikarin Jónas Tór Næs.

Harleyfacadeacryl