Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atli Danielsen um sítt barndómsfelag KÍ: KÍ ger tað rætta

Norðlýsið

Mær dámar væl tað, sum KÍ ger í løtuni, serliga á venjaraøkinum, sigur Atli Danielsen í samrøðu við Norðlýsið.

Mær dámar væl tað, sum KÍ ger í løtuni, serliga á venjaraøkinum, har ætlanin millum annað er, at teir ungu skulu sleppa framat og skulu mennast í 1. deild umframt í unglingadeildini, sigur Atli Danielsen, sum ikki sjálvur verður við á besta KÍ-liðnum í komandi ári.

Í landskappingini í Formuladeildini 2006 var Atli Danielsen ein at leiðandi monnunum á besta KÍ-liðnum, har hann fyri tað mesta leikti sum miðverjuleikari men eisini onkuntíð frammi á miðvøllinum.

Sum vant var Atli ein av mest støðugu leikarunum í 2006. Í tí prýðiligu fótbóltsárbókini stendur hann at hava leikt við KÍ í 26 av teimum íalt 27 landskappingardystunum, men sambært Atla sjálvum er hetta ikki rætt, tí hann leikti nevniliga við allar dystirnar á tamb. Atli skeyt 7 mál fyri KÍ í Formuladeildini, ið má metast at vera nógv fyri ein verjuleikara. Hetta ber eisini boð um tann týdning, sum Atli hevur havt fyri KÍ sum leikari.

Kunnu náa langt við onkrum styrki afturat.

Men hvussu væntar Atli so, at KÍ kann fara at klára seg í 2007, nú m.a. Atli sjálvur og Hjalgrím Elttør eru farnir aðrar vegir?

Vit spurdu eitt sindur skálkaliga: “Hevur KÍ nú nakran kjans, nú millum aðrar tú (og Hjalgrím) eru farnir?”, og Atli var skjótur at svara við einum smíli: “Jújújú … sjálvandi hava teir tað” – KÍ hevur havt eitt sindur av frágongd, sum eg sjálvur haldi, ikki er ordiliga dekkað innaftur enn.

– Men eg havi skilt, at ætlanin er at fáa einar tveir útlendingar afturat, og um teir roynast væl, so haldi eg, at teir hava møguleikar at koma langt, heldur Atli.

Ikki satsa alt upp á eitt ár.

– Mær dámar væl tað, sum KÍ ger í løtuni, serliga á venjaraøkinum, har ætlanin millum annað er, at teir ungu skulu sleppa framat og skulu mennast í 1. deild umframt í unglingadeildini, sigur Atli Danielsen, sum ikki sjálvur verður við á besta KÍ-liðnum í komandi ári.

– Tað eru nógvir góðir ungir leikarar í KÍ, sum um eini 2-3 ár kunnu gera Formuladeildarliðið hjá KÍ øgiliga sterkt!

– Her haldi eg, at KÍ ger tað rætta – serliga tað við at satsa veruliga upp á 1. deildarliðið sum eitt talentlið hjá Formuladeildarliðnum, har teir ungu verða raðfestir sera ovarlaga venjingarliga og sleppa framat í 1. deild umframt í unglingadeildini. Atli heldur tað ikki vera ráðiligt hjá KÍ bara at satsa alt upp á eitt ár.

– Sum skilst, er kappingin hørð millum summi feløg um teir dýrastu leikararnar, har tað í summum førum verður bjóðað sera nógv.

– Tí kann tað lættliga verða ein dýrur umgangur fyri eitt felag, um tað velur at satsa alt her og nú.

– Nú er KÍ neyvan ringast fyri fíggjarliga av feløgunum í Formuladeildini, men ein kann verða noyddur sum felag heldur at satsa upp á sínar egnu unglingar og so onkrar útlendingar afturat, segði Atli Danielsen m.a. í stutta prátinum, vit høvdu við hann á Kjølbro Heilsølu í vikuni, har hann hevði úr at gera at pakka jólapakkar.

Vit takka Atla fyri prátið.