Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Amnesty fegnast

Norðlýsið

Amnesty, Føroya deild, fegnast um avgerðina um at víðka mannamunsgreinina soleiðis, at hon eisini fevnir um "kynsligan samleika".

Amnesty International Føroya deild fegnast um avgerðina hjá Føroya løgtingi um at víðka mannamunsgreinina soleiðis, at hon eisini fevnir um "kynsligan samleika".
Avgerðin í dag er eitt stig á leiðini at skapa størri tolsemi mótvegis samkyndum í Føroyum og sendir somuleiðis greið og ivaleys boð um, at mismunur ikki verður góðtikin í Føroyum.