Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Almanna- og heilsumálaráðnum: Viðgerð av giktasjúklingum

Norðlýsið

Landsstýrismaðurin fekk handað álit um at viðgera giktsjúklingar.

Álit um at viðgerða giktasjúklingar er handað Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almanna- og heilsumálum. Mælt verður millum annað í álitinum til, at giktaskúlar skulu setast á stovn, umframt at reumatologiska tænanstan skal styrkjast.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum fekk mikudagin handað álit frá einum arbeiðsbólki, ið hevur gjørt tilmæli um, hvussu viðgerðarviðurskiftini hjá giktasjúkum kunnu betrast í framtíðini.

Í Føroyum eru eingi hagtøl yvir, hvussu nógvir giktasjúkingar eru, men arbeiðsbólkurin metir, at giktasjúkur eru minst líka vanligar í Føroyum, sum í hinum Norðanlondunum. Soleiðis skal roknast við, at umleið 7.500 føroyingar hava longri varandi giktasjúku í Føroyum, harav hava umleið 500 liðagikt.

Arbeiðsbólkurin metir als ikki, at viðgerðarviðurskiftini hjá giktasjúklingum eru nóg góð í Føroyum. Til dømis er eingin serlækni í giktasjúkum (reumatologur) í Føroyum, men ein konsulentskipan er á Landssjúkrahúsinum, har ein serlækni í giktasjúkum kemur 6. hvørja viku til Føroya (10 vikur um árið). Í okkara grannalondum verður mælt til, at ein reumatologur verður settur til 25.000 fólk, og tí nøktar konsulentskipanin als ikki tørvin og hevur millum annað við sær, at ávísingar verða aftursendar, og at pensjónsmál verða goymd í ov langa tíð. Tí mælir bólkurin millum annað til, at søkt verður eftir einum reumatologi til føroyska sjúkrahúsverkið, og um hetta ikki eydnast verður mælt til, at konsulentskipanin verður útbygd.

Millum tey 7 tilmælini í álitinum um at betra viðgerðarviðurskiftini verður eisini mælt til, at rehabiliteringsmøguleikarnir eiga at betrast, við at giktaskúlar verða settir á stovn á øllum 3 sjúkrahúsunum. Á einum giktaskúla lærir sjuklingurin um sjúkuna, og hvussu ein skal liva við henni. Meginreglan er hjálp til sjálvhjálp. Á giktaskúlanum verða fleiri evnir tikin upp, sum t.d. vitan um sjúkuna og hvussu ein kann læra at liva við kroniskari sjúku, hvørjir viðgerðarmøguleikar eru, týdningin av at venja v.m. Royndir aðrastaðni vísa, at sjúklingurin fær eitt betri lív, um hann fær vitan um sjúkuna og tekur ábyrgd av sjúkuni.

Álitið liggur á heimasíðuni hjá Almanna- og heilsumálaráðnum www.ahr.fo

Harleyfacadeacryl