Fyri mong er jólakonsertin í Christianskirkjuni tann veruliga byrjanin til eini hugnalig jól.
Tey gomlu jóla- løgini og tann vakri felags- og solosangurin tendra jólakenslurnar og friður valdar.
Konsertin í ár víkur ikki frá teimum mongu undanfarnu. Tó so, eru onkur jólaløg latin í nýggjan búna eins og ein sangbólkur vitjar. Sangbólkurin SALT úr Eysturoynni, sum hevur luttikið áður, fer at syngja nøkur løg. Ungdómshornorkestrið, sum hevði eina fína framførslu í fjør, er eisini á skránni. Og so er tað annars Klaksvíkar Hornorkestur og áhoyrararnir, ið skulu gera kvøldi hugnaligt.
Konsertin byrjar sunnukvøldið 17. desembur, kl. 20:00 og er liðug umleið kl. 21:00.




