icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann 29-21 á VB

Oliver Joensen

Hóast spælið hjá Stjørnuni ikki enn sýnist at koyra sum tað kundi, so var ongin ivi um betra liðið ídag.

Tað var tó VB sum fyrst legði seg á odda í dystinum í KÍ-høllini ídag. Í 6. minutti var VB frammanfyri 3-1, men so fór at ganga betur hjá Stjørnuni og hildu tær VB frá fatinum alla restina av dystinum.
Fyrri hálvleikur endaði við einum 13-9 sigri til Stjørnuna og hóast VB eitt skiftið í seinna hálvleiki sýntist at fara at fáa fatur á Stjørnuni aftur, so eydnaðist hetta ikki og dysturin endaði við einum átta máls sigri til Stjørnuna til endaligu støðuna 29-21.
Málskjúttar hjá Stjørnuni: Bára Skáale 1, Joan M. Kjordjevic 7, Alina Olaru 7, Durita Christoffersen 7, Una Olsen 1 og Simona Petersen 6.