Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trongligt við bryggjurnar á jólum

Oliver Joensen

Roknast kann við nógvum skipum við kaiirnar í Klaksvík um jólini. Skipini, sum inn eru komin rigga nú av til jóla.

Vit vóru ein túr á kaiini við myndatóli okkara ímorgun. Menn hespaðust við at binda tey størru skipini, sum nú hava lagt stilt at halda jól. Fleiri skip eru í væntu og tá 11 línuskip nú hoyra til her, kann væntast trongligt við bryggjurnar, tá eisini størru skipini og allur útróðrarflotin fer at leggja stilt um halguna.

Annars hevur árið hjá línubátunum roynst misjavnt. Eitt nú hevur Klakkur selt fyri útivið 18 miljónir, ímeðan onkur annar liggur niðri á 12 miljónum. Men samanlagt meta menn at árið hjá línubátunum hevur verið omanfyri meðal.