Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigrun Juul Samuelsen "Ársins Rósa"

Oliver Joensen

Tað mundi vera mangur, ið unnti Sigrun Juul Samuelsen heiðurin at verða kosin "Ársins Rósa 2006". Tað var Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, ið handaði henni heiðurin, og hann segði:

Í Halgubók síggja vit eina meginreglu nokkso ofta nevnda, og hon er, at um vit menniskju vilja gera nakað gott, so er tað ikki nakað, sum vit skulu reypa okkum av – heldur tvørturímóti skulu vit leggja okkum eftir at gera gott í tí stilla.



Til dømis sigur eitt Bíbliuvers, at "táið tú gevur olmussu, mást tú tí ikki lata blása í lúður fyri tær, sum hyklararnir gera í sýnagogunum og á gøtunum – fyri at teir kunnu njóta lov av menniskjum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína. Nei, táið tú gevur olmussu, lat tá ikki vinstru hond tína vita, hvat hin høgra ger. Matt. (6,2-3)".



Hatta er tað bíbilska prinsippið – at geva í tí stilla til onnur, sum tørva – og tíbetur eru menniskju ímillum okkum, sum bæði hava skilt, og sum síðan liva eftir hesum prinsippi.



Ikki tað, at tey eru fullkomin menniskju – tað er eingin av okkum, øll hava vit feilir – men hesir persónar megna meira enn tey flestu av okkum at liva eftir hesum góðu prinsippum.



Tað er sum Ismar Joensen yrkir í einum av sínum góðu sangum, at "hesi vága tað, vit onnur syngja um hvønn sunnudag. Gráa yrkadagin fáa tey ein halgidóm í lag".



Hetta, at ein persónur í tí dagliga lívinum megnar og hevur viljan til at fremja nakað av tí góða, sum vit eru sett her á fold at liva fyri – Tað er vert at geva eina rósu fyri. Vit geva rósuna fyri at geva hesum persóni áræði at halda fram við sínum gerningi.



Í jólablaðnum hjá Norðlýsinum, sum kom út í gjár, sigur Eyðfinn Reyðberg millum annað, at vit mugu stuðla undir eldsálirnar her í økinum, tí tær hava so stóran týdning fyri okkara lokalsamfelag, og tað er so púra rætt.



Mær rennur í huga eitt annað Bíbliuørindi, sum sigur: "Kappist um at vísa hvør øðrum heiður!" (Róm. 12,10).



Jú, vit eiga og skulu geva hvørjum øðrum  herðaklapp, tá nakað verður gjørt, sum er gott og gevandi fyri hetta góða samfelag, sum er okkara, og sum vit hava so nógv at takka fyri.



Tað er ikki altíð, at persónarnir, sum gera nakað gott, sjálvir halda so nógv um seg sjálvar og tað, sum teir gera – men tað sigur aftur nakað gott um teirra eyðmjúka hugsunarhátt.







Aftur í ár hava vit fingið nøkur góð uppskot til ársins rósu, og tað er altíð ringt at velja frá.



Persónurin, sum í ár fær hendan heiðurin, er ein partur av okkara býarmynd.



Millum annað verður sagt í teimum uppskotum, sum vit hava fingið inn, at hesin persónur hevur eitt hjarta, ið brennur fyri tí hjálpararbeiði, sum fer fram úti í heimi.



Persónurin hevur eisini í mong ár verið virkin innan skótavirksemið, har viðkomandi hevur gjørt eitt stórt, sjálvboðið arbeiði.



Og sagt verður, at viðkomandi ger ikki mun á, hvør missiónsfelagsskapur, tað er, ella hvussu hann eitur.



Persónurin, sum vit ídag skulu heiðra, er ein kvinna, sum til tíðir sæst á ymsum handilshornum, har hon stendur trúføst og selur ljós, ið hon sjálv hevur evnað til, og har peningurin óskerdur fer til tey endamál, sum eg her havi nevnt.



Nú kanska tey flestu longu vita, hvør verður ársins rósa 2006.



Á hvørjum ári higartil hevur hon verið í uppskoti frá fleiri, sum hava sent inn uppskot, og í ár fall tað í hennara lut:



Sigrun Juul Samuelsen – verður hervið biðin um at koma fram at taka ímóti.







Hesi vóru orðini hjá Steinbirni Jacobsen, borgarstjóra. Sigrun takkaði, tíðuliga rørd, fyri heiðurin og helt stutta takkarrøðu.



Vit fara við hesum at ynskja Sigrun hjartaliga tillukku og eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.