Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið fullkomiliga misskilt gegnismálið

Oliver Joensen

Við at tulka fyrisitingarlógina er løgfrøðingur útvarpssins farin fullkomuliga skeivur tí nevndin er sett eftir Kringvarpslógini.

Norðlýsið hevur biðið um ein løgfrøðiliga útgreining og niðurstøðan er hendan!

Jógvan Páll Lassen hevur skeivt, tí hann lesur í skeivari lóg. 

Kringvarpslógin sigur hetta um gegnið hjá teimum, sum kunnu veljast í stýrið  fyri Kringvarpið: 

§ 3

Stk. 5. Løgtingslimur ella fólkatingslimur kann ikki verða limur í stýrinum fyri Kringvarp Føroya. Starvsfólk, nevndarlimur ella leiðsla fyri øðrum føroyskum fjølmiðli kunnu ikki verða limir í stýrinum fyri Kringvarp Føroya.



Fyrisitingarlógin sigur hetta um gegnisspurningar

§ 3. Persónur, sum virkar innan almennu fyrisitingina, er ógegnigur um so er, at:

1) viðkomandi sjálvur hevur ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum, ella umboðar ella fyrr í sama máli hevur umboðað onkran, ið hevur ein sovorðnan áhuga,

2) hjúnarfelagin hjá viðkomandi, skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni so nær sum børn hjá systkjum, ella onnur nærskyld hava ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum ella umboðar onkran, ið hevur ein slíkan áhuga. 

Orðingarnar í fyrisitingarlógini eru greiðar. Men sambært serfrøði sum Norðlysið hevur tosað við, er fyrisitingarlógin bara ikki galdandi í málinum um Kringvarp Føroya, tí lógin um kringvarpið sjálv hevur serstakar gegnisreglur fyri stýrisval. Tær eru tí galdandi. Hesar reglur siga sum nevnt, at starvsfólk, nevndarlimur ella leiðsla fyri øðrum føroyskum fjølmiðli kunnu ikki verða limir í stýrinum fyri Kringvarp Føroya. 

Hetta vil siga, at ØLL ONNUR enn starvsfólk, nevndarlimir ella leiðsla fyri aðrar føroyskar fjølmiðlar kunnu vera limir í stýrinum fyri Kringvarp Føroya! 

Og hetta vil aftur siga, at Páll kann sita har, Kristina kann sita har, Eyðun kann sita har og Símun Absalonsen kann sita har tí hann arbeiðir ikki longur fyri Lindina.