Norðlýsið hyggur í stuttum eftir útvaldum hendingum í 2006
Januar
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum kunnar landsstýrið um kunngerð, sum fer at tilluta eyka fiskidagar til bátar og skip, sum gagnnýta livrarnar á fiskinum.Um eina hending í oktober mánaða sigur Jógvan Clementsen at tað var um reppið, at hann fór fyri einki við bátabrúgvarnar í Klaksvík. Hóast góðshavnin í Ánunum enn ikki er liðug, so legði Lómur at í Ánunum. Orsøkin til at Lómur roynir havnina í ánunum er at skipafelagið skal gera klárt at taka ímóti Atlantic Navigator, ið skjótt væntast at leggja veiðuna upp her. Býargartnarin hevur gjørt fleiri gøtur úti í Grøv, omanfyri Oyravegin. Tilboðini um gerð av 2. byggistigi í sambandi við nýmótansgerð av svimjihøllini, verða latin upp og Norðhús eigur lægsta boð. Alt ímeðan kjakast verður um hvussu ferðslan skal ganga í Lorvík, so er P/F Norðoyatunnilin um at vera liðugur við sín part av vegnum Klaksvíksmegin. Eftir at tað hevur ligið á ljóði, at Norðoyatunnilin skal lata upp í páskaferiuni, veit Norðlýsið at siga 17. januar, at tunnilin verður ikki opin um páskini. P/F Esmar Simonsen fær nýggjan stjóra, tað er Petur Jacob Langgaard, Klaksvík, ið er 41 ára gamalur, ið verður settur sum stjóri. Hann hevur áður starvast á J.F Kjølbro Heilsølu. P/F Eystís á Skarðhamri í Klaksvík, hevur yvirtikið raksturin av línubátinum Grana og yvirtekur seinni skipið. Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri harmast um, at rundkoyringin við Oyravegin ikki verður gjørd í ár í samband við íbindingina av Norðoyarunnilin í Oyravegin. Aftaná at Tryggingarfelagið Føroyar hevði keypt øki við Sandin at byggja tryggingini hús á, og hevur fingið broytta býarætlan fyrilagda verður hendan byggingin av ongum, men sigur Gunnar í Liða, stjóri við Norðlýsið, vit hava framvegis áhuga í at seta pening í miðbýarætlanina. Nú skal “Nærabergætlanin” standa sína roynd, verður sagt av JFK-Trol skrivstovuni, eftir at Atlantic Navigator er komin inn í flotan og hevur verið sín fyrsta veruliga royndartúr. Raksturin skal hereftir geva avkast verður sagt. Nýggi bygningurin hjá EL-IN verður reistur við Borðoyarvík. Tryggingarfelagið Føroyar letur upp í nýggjum hølum í Saltangará. Rundkoyringin við flesjavegin verður tikin uppaftur, tí grótið í nýtt var har, ikki leyk ásettu treytirnar. Útróðrarbáturin Reynsmúli fór á land á Kunoynni. Bjargingarbáturin Ziska togaði Reynsmúla av aftur. 29 ára gamla Malena Sivertsen úr Norðdepli er stýrimaður á síni vakt umborð á Ternuni. Eldur í sethúsunum hjá John Viðbjørg á Viðareiði. John vaknaði av eldi og fekk boðað brandliðinum frá.
Februar
Januar mánaði byrjaði stak illa við illveðri og hørðum ráki, men seinasta vikan hevur sum skilst verið góð hjá teim flestu útróðrarbátunum og línubátunum.Søgur hava gingið um at P/F Norðoyatunnilin fær tunnilin handaðan frá Føroyakonsortiinum og NCC 20. apríl og dagarnir til týsdagin 2. mai skulu brúkast til royndarkoyringar. Dávur Reinert Hansen sigur, at 2. mai er eitt gott boð, uttan at hann tó vil vátta tíðindini. Tað hevur ligið á ljóði at politistøðirnar í Runavík og Klaksvík skulu leggjast saman tá Norðoyatunnilin letur upp, men fútin Karen Marie Olesen sigur, at tað heldur verður talan um samstarv ímillum støðirnar.Eyðun Mørkøre frá Føroya Sparikassa sigur, at Føroya Sparikassi fer at lata deild upp í Klaksvík 20. februar. Tað hevur ljóða at línuskipið Pison er selt úr Norðoyggjum, men Thorleif Sigurðsson avsannar hesi tíðindi, men sigur samstundis at menn hava áhuga í at keypa Pison. Reyni Service keypir Auto Service í Havn og hetta ger eisini at størri virksemi verður hjá Reyni Service í Klingrugarði. Arbeiðisfólk hjá J&K Petersen finna ein fløskupost á rundkoyringini við Flesjavegin tá teir koma til arbeiðis ein morgun, tað er ein 14 ára gomul týsk genta, ið hevur sent fløskupostin av einum skipi á veg úr Grønlandi. Bjørg Sundsskarð verður sett sum nýggjur leiðari á Rúsuni í Klaksvík, eftir at Trúgvi Poulsen er farin í starv í Føroya Banka. Hóskvøldið 2. februar skipaði Føroya Banki fyri íløgutiltaki í Skálanum. Í hesum døgum lýsir Javnaðarflokkurin Sp/f Sosialin og Sp/f Húsið til sølu. Røkke skal byggja heimsins dýrasta og stórsta ferðamannaskip “Freedom of the Seas”. Prísurin verður astronomiskur, knappar 7 milliardir krónur. Somikið langt er nú komið við Virkishúsinum, at leiðarin, Beinta Gregersen bjóðar øllum, sum hava áhuga í at síggja húsið áðrenn tað legur upp, vælkomnum inn á gólvið. Mikladalur og Trøllanes eru nú partar av Klaksvíkar Kommunu og tí fer kommunan á fyrsta sinni at skipa fyri kvøldskúla í Mikladali. Norðoyingar fara at uppliva ein øðrvísi peningastovn, sigur Eyðun Mørkøre, deildarleiðari á Føroya Sparikassa í Klaksvík. Við tøttum tilknýti til Sparikassan legur eisini húsameklaravirkið Inni upp deild í Sparikassanum. Símun Akursmørk gerst nýggjur formaður í svimjifelagnum Ægir. Christian Nagata var settur í starv sum stjóri á Repro Z í Havn eftir at hava keypt seg inn í felagið og Christian Nagata verður eisini stjóri á Com-Data eftir broytingar í eigaraviðurskiftunum. Skiparin aftur á Brúnni, skrivar Norðlýsið eftir at Tony Paris hevur havt sín fyrsta arbeiðsdag í KÍ í 2006. Í sendingini Heimabeitið, sendið Útvarp Føroya beinleiðis VHF upptøkur frá grindarakstrinum, Samskiftiseftirlitið kannar málið, tí hetta verður mett at vera ólógligt. Dagurin tá Norðoyatunnilin letur upp, verður ásettur til at vera 29. apríl 2006.
Mars
Klaksvíkin er væl við á sosiala økinum, sigur jancy B. Klein, leiðari fyri sosialu deild hj´klaksvíkar Kommunu. Norðlýsið tosar við hana um ungdómskriminalitet, rúsevnistrupulleikar og aðrar trupulleikar á sosiala økinum í Klaksvík. Klaksvíkar skíðfelag riggar seg til, felagið hevur fingið avtalu um nýtslu av einum kavaskootara. Norðoya Sparikassi hevði eitt gott ár í 2005. Roknskapurin, ið júst er kunngjørdur vísir eitt avlop uppá 29 milliónir áðrenn skatt, samanborið við 22 milliónir í avlopi ári fyri. Klaksvíkar Býráð skrivar undir bygisáttmála um nýggjan barnagarð við Kanjon. Nýggi barnagarðurin skal kunna taka ímóti 60 børnum. Føroya minsti Sparikassi er nú eisini banki hetta varð einmælt samtykt á eykaaðalfundi 27. februar. Dan Klein hevur havt sending í Rás2, men stjórin á Rás2 steðgar sendingunum hjá Dan og kemur samstundis við eini almennari umbering fyri sending hjá Dan Klein. Summarfestivalúrin ’06 kunnger, at bólkurin “The Rasmus” verður á Summarfestivalinum í ár. Skipað hevur verið fyri seyðahundakapping á Viðareiði, sum absalon Hansen vann. Thorleif Sigurðsson gerst nýggjur formaður í KÍ, samstundis setir KÍ fokus á nýtt ítróttarstadion í samband við visión 2009 hjá felagnum. Summarfestivalurin kunnger enn eitt navn, nevniliga Shu-bi-dua, sum skal luttaka í ár. 387 skúlanæmingar onga heilsusystur ein ein yvirskrift í mars mánaða. Skipað verður fyri skíðkapping í Klaksvík har bæði fólk á skíðum snowboard og á sleðum luttóku. Stýrimaðurin á Dúgvuni, Lena fyllir 30 ár, og tað fer ikki aftur við borðinum soleiðis uttan nakað, á lítlum hátíðarhaldi umborð, spælir skiparin, Sjúrður Kjølbro á Harmoniku, imeðan ferðafólk syngja við. Nógv virksemi er innan handilsvinnuna í Klaksvík í samband við at Norðoyatunnilin skal lata upp. í hesum sambandi gera tær báðar Beinta og Nina stórar broytingar í handlunum Lunell og Cheap. Kj Hydraulik P/F letur upp í Havn og yvirtekur Norð Trukk. Kommunurnar báðumegin Lorvíksfjørð arbeiða við bussrutu millum Fuglafjørð, Gøåtu, Leirvík og Klaksvík. Handilin Blitz broytir navn til Amaranth og Cre8 við Barbaru Biskopstø flytir í nýggj høli við Nólsoyar Páls Gøtu. Góðshavnin í Ánunum skal latast Klaksvíkar Havn fyrst í mai mánaða og tí er rættilig ferð sett á arbeiðið. Vøruhúsið í Klaksvík broytir handilshølini. Nýggi bygningurin hjá Netto er komin væl áleiðis og kann skjótt takast í nýtslu. Hans Petur Clementsen, deildarleiðari í Føroya Banka heldur grækarismessurøðuna. Kári Lindberg hevur keypt Sp/f Vípan og í tí sambandi flytur handilin í hølini har Norðoya Fruktsøla var áður. Sportmaster ger nýggja klæðnasponsorsáttmála við KÍ. Skipa verður fyri væleydnaðum marknaðardegi í Emmaus. Herborg Hansen úr Klaksvík gerst Danmarksmeistari í telving í bólkinum gentur 14-15 ár. Shell og Treysti skipa fyri heilsurenning í Klaksvík. Fleiri vilja á Tekniska Skúla í Klaksvík, 2005 var metár, men uppaftur fleiri umsóknir eru komnar í ár. Fyri stúgvandi fullari høll, skipar Klaksvíkar Fimleikafelag fyri fimleikaframsýning. Vit telja dagarnar til Norðoyatunnilin letur upp, partvís tí vit vænta fleiri viðskiftafólk, men mest tí at hetta fer at lætta nógv um arbeiðið hjá okkum, siga teir hjá KBI. Karl Marius Poulsen sigur, at Barok riggar set til Norðoyatunnilin. Hans Pauli Ziska Jacobsen og Mathilda hansen lata upp nýggjan handil við Nólsoyar Páls Gøtu undir navninum Underwear. Við einum tryggum 16-10 sigri á Neistanum í triðju FM-finaluni er Stjørnan aftur á ovastu rók í føroyskum kvinnuhondbólti og strýkur avstað við FM-heitinum.
Apríl
Kiosk Vár fær nýggjar eigarar. Paula ogHans Petur Ellingsgaard hava selt og Hallur Gunnarsson og Kristian Jensen hava keypt. Tað hevur ikki gingið so væl hjá línubátunum tað, sum farið er av árinum, og tí merkist tað ikki so lætt sum onkuntíð at manna línubátarnar. Bert fýra av 28 limafeløgum møta til lýsta eykaaðalfundin hjá NFÍ, og tí verður mett at Norðoyastevnan 2006 er í vanda. Treysti lýsir til Tunnilsrenning 23. apríl 2006, luttøkugjaldið er 125,- kr.Summarfestivalurin letur Virkishúsinum stórfingna gávu, Tá Steintór Rasmussen handar Beintu Gregersen trummusett, ljómborð, mikrofonir guittarar og annað. Treysti metir, at umleið 3000 rennarar fara at luttaka í Tunnilsrenningini. Hjørleif Ellingsgaard hevur lagt frá sær sum hallarvørður og í hansara stað er Kristoffur Ragnarsson settur. Jóhannes Brandal letur upp nýggja Café við Klaksvíksvegin undir navninum Café 45. Sum sagt, so hendir nógv innan handilslívið, El-In fær nýtt búmerki, handilin Sara letur upp í nýggjum hølum og blómuhandilin Flora letur eisini upp í nýggjum hølum. Nýggi handilin Inn letur upp úti í Klaksvík. Klingrugarður ein nýggjur býlingur – Um handilslívið í Klaksvík er klárt til Norðoyatunnilin er utopist at tosa um, heldur eiga vit at spyrja um vit hava fyrireika okkum og tað hava vit so sanniliga veit Norðlýsið at siga. Aftaná eigaraskiftið í Maskulin, flytir handilin úr Klaksvíksvegnum og norður á Stangavegin. Í samband við at Norðoyatunnilin letur upp, skipar leikalund fyri einum heldur øðrvísi tiltaki, har hondlesarin Marita kemur á vitjan. Í Klingrugarði er stórur aktivitetur, nýggi snotiligi handilin hjá EL-IN letur upp. Veitsla er fyri arbeiðisfólkunum, ið hava gjørt Norðoyatunnilin, og Svein Kristiansen stjóri hjá NCC rósar arbeiðisfólki sínum til skýggja. Spenningurin er stórur, nú Norðoyatunnilin skal latast upp fyri almennari ferðslu og í tí sambandinum heitir Hans Arni Bertholdsen, formaður í Ferðslunevndini hjá Klaksvíkar Býráð á klaksvíkingar um at lata bilin standa hetta vikuskiftið. 29. apríl letur Kall upp nýggjan handil í Klaksvík. Í sambandi við at Norðoyatunnilin letur upp, skipar Norðlýsið fyri eini myndaframsýning í hølunum hjá Føroya Banka í Klaksvík. Myndirnar eru frá tí at “spakin” var settur í á fyrsta sinni og til nú, tá tunnilin stendur liðugur. “Alice og Petrina taka sær av mannfólkunum” skrivar Norðlýsið, nú J.A.P hevur víðka um úrvalið av mannfólkaklæðum. Jákup Anthoniussen kann seta fyrsta spakan í til nýggju Badmintonhøllina í Klaksvík. 25. apríl fyllti Páll á dul 90 ár.
Mai
Leygardagin 6. mai, verður virknisdagur hildin í KFUM & KFUK. Muntra heldur 35 ára føðingardag við móttøku 5. mai. P/F Elmar Zachariassen lýsir við nýggjari rutu ímillum Tórshavn og Klaksvík. Teymavirkið í Ruvavík byggir út við nýggjum framleiðslubygningi í Søldarfirði. Skipað verður fyri søluframsýning við málningum eftir Mikines, Waagstein og fleiri á Hotel Norð. Uppsagnir á Kósini. Nú nýggir eigarar eru komnir á Kósina, eru uppsagnir framdar og hetta kemst av at vit í summum førum hava egið arbeiðisfólk, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri. Í tunnilsrøðu síni segði Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri millum annað, at stóra avbjóðingin er at laga seg til broyttu fortreytirnar. Føroyskur grindaknívur varð brúktur at “klippa” snórin til undirsjóvartunnilin við. Partur av tunnilshátíðarhaldinum var forvitnislig vitjan av 220-230 motorsúkklum, tær heilsaðu eisini Dúgvuni farvæl seinasta almenna rututúrin um Leirvíksfjørð. Shell metir at tunnilin gevur nýggjar møguleikar og samskipar samstundis virksemi sítt báðumegin fjørðin. Bakaríið hjá Jórun hevur gjørt eina stóra tunnilskøku til øll tey vitjandi. Skipað var eisini fyri stórum og flottum fýrverki tá tunnilin var tikin í nýtslu. Ein fylgja av at Norðoyatunnilin er latin upp er, at í kirkjutíð sunnumorgnar fara fólk á Statoilstøðina í Lorvík at keypa, orsakað av at allir handlar í Klaksvík eru stongdir um kirkjutíð sunnumorgnar. KÍ venjarin, Tony Paris, heldur fyrilestur í Norðoya sparikassa undir heitinum Ownership. Summarfestivalurin boðar frá, at Lena Andersen fer at syngja á festivalinum ’06. Norðoyingar eiga 40% av Faroe Jet. Karl Birgir Isaksen, ið er ein av nevnaarlimunum í nýggja flogfelagnum sigur, at orsøkin til stóru undirtøkuna í Norðoyggjum kemur helst av at tað er Norðoya Sparikassi, ið hevur gingið á odda, tá talan er um at seta pening í felagið. Okkara øki má bjóða eitthvørt fyri tær 170 krónurnar, ið tað kostar at koyra ígjøgnum tunnilin, heldur Andr’e Matras, málarameistari í viðtalu við Norðlýsið. Kaupting bjóðar øllum á gátt í klingruni í Klingrugarði at kunna seg meira um íløgur í trygg evropisk partabrøv. skipað verður fyri bilastevnu í KÍ-høllini. Summarfestivalurin kunnger at Johnny Deluxe verður við á festivalinum. Íðka – nýtt fitnessentur í skálagarði í Klaksvík, tað er Jógvan Johannesen, sum letur upp egið fitnessentur. Og so er Norðoyastevnan í hondum. Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri bjóðar øllum vælkomnum á fyrstu summarstevnuna í størsta býi í Norðurøkinum. Presturin í Christianskirkjuni, Hans Eiler Hammer og familja hansara hava ikki kunna búð í prestagarðinum í meira enn 9 vikur, tí at húsini á Prestvegi eru vatnskødd og heilsuvandi stendst av skaðanum. Spenningur upp undir Norðoyastevnuna, flaggskipið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, 10-mannafarið er við aftur. Gaither-stjørnan David Phelps skal eisini vera við á Summarfestivalinum ’06. Helga Pedersen, fiskimálaráðharri Noregs og bjørn kalsø, fiskimálaráðharri samtalaðu um felags fiskiveiðuáhugamal í Lykkirshúsi á syðradali. Umborð á Draganum skriva nevndin í Føroya Sjómannadegi og umboð fyri Føroya Banka undir samstarvsavtalu fyri Sjómannadagin 2006. Ísak Mikladal flytir fram røðu á fólkafundi í Vágstúni Norðoyastevnudag. Shell skipar fyri móttøku í samband við at malvinus hansen hevur verið í starvi hjá felagnum í 40 ár. P/F Hvalnes, sum Kristian martin Rasmussen og synir eiga, gera størsta sáttmála um bygging av fiskiskipi til Føroya nakrantíð, sáttmálin ljóðar uppá 250 milj. krónur. P/F Eilif Arge letur upp nýggjan handil við Klaksvíksvegin.
Juni
Leiðarin fyri Klaksvíkar Kvøldskúla, Eigil Hentze, heiðrar Juttu Hansen á 40 ára starvsdegi hennara við skúlan. Hóast tað ikki sá so væl út fyri Norðoyastevnuni fyrr í vár, so var niðurstøðan eftir Norðoyastevnuna 2006, at hon eydnaðist avbera væl. Klaksvíksingurin gerst nr. 2 á Norðoyastevnu ímeðan KÍ tapir sín dyst ímóti B36, hetta seinna hevur við sær, at Tony Paris saman við leikarum sínum fer rennitúr niðan á Klakk. John við Garð, ið er eitt av fyrstu búfólkunum, ið kom inn á Sambýlið á heygnum, bakar brey nr. 700 fyri búfólkunum, síðani hann kom á Sambýlið. Nýtt knútapunkt í Norðurøkinum, 54 dagligar fráferðir og komur eru á Sandinum í Klaksvík. Hervið er eitt nýtt knútapunkt skapt innanfyri almenna samferðsluna í Norðurøkinum, sigur John D. Olsen, m.a. í blaðgrein í Norðlýsinum. Any Nielsen fer frá sum apotekari í Klaksvík og Heri Elttør verður settur sum fyribilsapotekari. Á sjómannadegnum í Vestmannaoyggjunum gerst Ólavur Poulsen úr Klaksvík heimsmeistari í egning, nr. 2 gjørdist Georg Agnarsson úr Íslandi og á triðja plássi endaði Roul Jensen úr Noregi. Klaksvíkingurin vinnur fyri fyrstu ferð síðani 1970 ein FM róður, hetta hendir á Sundalagsstevnuni, tá Klaksvíkingurin er útivið 2 sekund fyrr á mál enn Eysturoyingurin. Gongd er aftur á alingini í Norðoyggjum, byrjað er á Kunoyarnesi og roknað verður við, at hon aftur verður eins stór og hon var undan kreppuni. Norðlýsið hevur stóra frásøgn frá Sjómannadegnum í Vestmannaoyggjum har Ólavur Poulsen vinnur egnikappingina. Klaksvíkar Sjúkrahús tekur nýggja talgilda røntgenútgerð í nýtslu. Blaðstjórin á Norðlýsinum Oliver Joensen og bróðurin Ásmundur Joensen fáa størsta vatnasílið, sum menn vita um. Sílið verður fingið á tráðu og er 75 cm langt og vigar 4.450 gr. Mett verður at sílið í hvussu so er er 14 ára gamalt. Fyri 18. ferð, skipar Norðoya Fornminnafelag fyri Miðsummarhaldi úti í Grøv Jóansøkudag. Klaksvíkingur vann á Eystanstevnu, men spenningurin um FM-heitið er horvin eftir at Eysturoyingur hevur tikið seg úr kappingini, er støðan í 10-mannafarsróðrinum 23. juni. Benny Hansen av Norðoyri og Lív Petersen úr Havn, giftast sum tey fyrstu í Norðoyatunlinum undir Leirvíksfirði. Á uppgerð frá Norðoyatunlinum sæst, at meira ferðsla er í tunlinum enn nevndin hevur mett frammanundan, men kunngjørt verður samstundis at prísirnir fyri at koyra ígjøgnum neyvan fara at vera broyttir fyrr enn um eitt ár. Forsølan til Summarfestivalin er størri enn í 2005 og tí verður roknað við metstórari áhoyrarafjøld í ár. Atlantsflog fer undir nýggja rutu – Føroyar, Shetland, London.
Juli
Havsbrún í Fuglafirði heldur 40 ára dagin fyri tá fyrsta lastin varð landað til virkið. Klaksvíkar Býráð fer undir nýtt idnaðarøkið við Borðoyarvík. Talan er um økið uttan fyri bátahylin við Borðoyarvík og hevur í hesum sambandi gjørt avtalu við Uppsalahaga um keyp av 14.000 fermetrum av haganum. Ullvirkið Filana spinnur fyrstu nøgdirnar síðani virkið letur upp eftir at nýggir eigarar hava yvirtikið virkið. 100 ungir spælarar vóru í tveir dagar á fótbóltsskúla í Klaksvík, ungdómsvenjari hjá Premier Leaguefelagnum Everton, Tony Farell, var høvuðsvenjari á skúlanum og hann dugdi sera væl at leggja lag á. Poul Skarðenni hevur listaframsýning í leikalund. Norðuroyggjar og Suðureysturoy eitt aliøki, alingin í stórøkinum koyrir við fullari megi um eitt ár ella so, sigur Regin jacobsen, stjóri á Bakkafrost í viðtalu. Christian Olsen, leiðari á Kunningarstovuni sigur við Norðlýsið, at Kunningarstovan hevur havt 2090 vitjanir í ár ímóti 596 um somu tíð í fjør. Ferðafólk, sum vitja í Klaksvík fílast at, at tað er ov trupult at finna runt í Klaksvík orsakað av tørvandi uppmerkingum. Eitt dóttirfelag hjá Kósini hevur keypt partrolararnar Safir og Smaragd frá felagnum Gimsteinar. Umboð fyri Norðoya Sparikassa og Benrosa Joensen handa Klaksvíkar Sjúkrahúsi kærkomna gávu, sum eru tvey keyboard til nýtslu afturvið sanginum til andaktirnar á sjúkrahúsinum. Dagtilhaldið skipaði fyri hugnaløtu úti í Grøv fyri eldri og tónleikabólkurin “Gamles Venner” luttóku. Føroya Læraraskúli fær nýggjan rektara, tað er Jóannes Hansen úr Klaksvík, sum nú býr á Toftum, ið er settur. Jóannes er 50 ára gamalur og er cand. mag. í samfelagsfrøði og geografi.
August
Summarfestivalurin ’06 stendur fyri durðum og Tað er Jákup Mikkelsen varaborgarstjóri sum bjóðar øllum føroyingum vælkomnum á Summarfestivalin. Svimjifelagið Ægir úr Klaksvík og fuglafjarðar Svimjifelag hava gjørt samstarvsavtalu, sum feløgini bæði vænta sær nógv av í framtíðini. Starvsfólk á Kósini, Eystís, og Norðís vóru á mini-cruise við Norrønu. Menninir aftanfyri Sjómannadagin hava ætlanir um at hava livandi nísur og springarar á Sjómannadegnum. Rómurin er óførur í Klaksvík, tá Klaksvíkingur kemur aftur av Ólavsøku sum Føroyameistari. Sundabáturin vinnur Ólavsøkuróðurin tá hann kom á mál við meira enn eini hálvari bátslongd frammanfyri Sølmund. Óli Poulsen ger klárt til livandi fiskaframsýningina á Sjómannadegnum. Fimmmannafarið við dreingjum hjá Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelag gerst føroyameistari. Føroya Reiðarafelag kunnger at felagið fer at skipa fyri stórari fiskivinnuráðstevnu á sjómannadegnum. Óli Marner Christiansen, fyriskipari av handilssentrinum í miðbýnum í Klaksvík, sigur at vit kunnu rokna við at síggja maskinur á økinum við Sandin í hesum mánaðinum. Norðlýsið skipar fyri stórum sjómannablaði til sjómannadagin, ið skal berast í hvørt hús í Føroyum. Ein springari verður fangaður livandi úr einum springarabólki á Klaksvík. Springarin verður goymdur í einum aliringi á Pollinum. Og Summarfestivalurin ’06 gerst ein uppaftur størri uppliving enn árið frammanundan, yvirskriftir sum “Hanus fylti allan Vágsbø”, Johnny DeLuxe – krimaði og aðrar eru at síggja í blaðnum og harafturat setir Summarfestivalurin ’06 áhoyraramet. Limir í bólkinum The Rasmus fara ein kavitúr saman við limum úr Faroe Dive.Í samband við Føroya Sjómannadag verður skipað fyri listaframsýning í egningarskúrðunum á Stongunum, har útróðrarmenn og sjómenn royna seg innan málningalistina. Ein grindahvalur, ið hevur ligið niðurfrystur verður skorðin upp á Sjómannadegnum. Springarin, sum verður sýndur fram á Sjómannadegnum fær navnið “Pollur” og eftir at hann er merktur, verður hann sleptur leysur aftur. Føroya Sparikassi almannakunnger model og tekningar av nýggja Sparikassanum, sum ætlanin er at byggja har gamli bygningurin hjá EL-in nú stendur. Eyðun Mørkøre, deildarleiðari sigur, at bygningurin er ein spegilsmynd av Klaksvík. John Havn setti nýtt heimsmet og vann egnikappingina á Sjómannadegnum. Jógvan Gerðalíð fyllir 90 ár 26. august. Umleið 100 børn kasta fløskupostar á sjógv í fjørðinum av Ågot og Klakki. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri sigur við Norðlýsið, at nýtt stadionøki eigur at vera klárt í Klaksvík til Oyggjaleikirnar í 2013.
September
Politikararnir hava sagt, at einki skal broytast, tá fólkakirkjan á Ólavsøku næsta ár verður yvirtikin. Hetta er katastrofalt, sigur Niels Pauli Danielsen, tí kirkjan er forsømd og afturútsigld. Pomek er farið í gongd við nýggjan verkstaðsbygning á økinum uttanfyri Norðborg. Nógv arbeiði er á Klaksvíkar Sleipistøð í hesum døgum. Prísirnir í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum eiga at minkast niður í helvt, sigur Jákup Mikkelsen, varaborgarstjóri. Fleiri enn 20 íbúðir og hús byggjast á Norðoyri. Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Lorvík er ikki í iva um, at samanlegging við Gøtu er rætti vegurin at ganga. Leygardagin 16. september skipar stuðulsfelagið Dragin fyri fiskikapping. Samkoman í Betesda skipar fyri Barna-OL í KÍ-høllini. Klaksvíkar Kommuna ger íløgu í ringvegin úr vegnum Undir Fossum og oman til Klingrugarð, hetta arbeiðið verður mett til at kost um 20 mill´nur krónur. Norðoya Sparikassi letur upp nýggja deild í Saltangará, í hesum sambandi sigur Eyðfinn Reyðberg at “vit hava nakað serstakt at bjóða, tí vit hava serstakar røtur í samfelagnum í Norðoyggjum”. Eystur Kommunan verður veruleiki í Leirvík siga 60,4% ja til samanlegging ímeðan 84,8% av teimum, sum vóru á vali í Gøtu søgdu ja. Gyltu KÍ-kvinnurnar vinna sjeynda FM-heitið á rað, og tær eru nú mest vinnandi kvinnuliðið í føroyskum fótbólti nakrantíð. Mentanarhúsið Atlantis er umbygt og fær rúmari ræsur. Klaksvíkar Ítróttarfelag setir roykiforboð í gildi við fótbóltsvøllin á Djúpumýru. Trupulleikar eru í Norðoyatunlinum við tað at løgreglan títt fær fráboðan um kappkoyring í tunlinum. Sjey umsóknir eru til lýsta prestastarvið í Klaksvík. Hart stríð tekur seg upp ímillum floksfelagarnar Kristian Fr. Olsen og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, tá val av granskoðara er fyri í býráðnum. Orsakað av Phonixmálinum vil Jákup Mikkelsen hava grannskoðaran frá, ímeðan Kristian Fr. Olsen vil hava at sami gannskoðari verður afturvaldur. Torkil Mørkøre verður settur sum nýggjur leiðari á svimjihøllini í Klaksvík. Í fiskikappingini, sum felagið Dragin skipaði fyri, bleiv Hvítiklettur við Marius Vilhelmsen og Erlingi besti bátur við 154,3 kg. pr. mann. Útbjóðingin av útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík er veruleiki, byggjast skal ein HT depil afturat skúlanum. Bæði Christian í Grótinum og Atlantic Navigator liggja svínabundnir í Góðshavnini í Ánunum orsakað av fiskaloysi.
Oktober
Jákup Marner Anthoniussen hjá Klaksvíkar Kommunu, verður settur sum staðbundin arbeiðismaður á Trøllanesi og Mikladali, sum ein avleiðing av kommunusamanleggingini. Eg vil virka fyri, at svimjihøllin verður meira sjónlig í gerandisdegnum og at tilboðini til borgararnar eru lagað til tørvin hjá teimum, sigur nýggi leiðarin í svimjihøllini Torkil Mørkøre. Nú skal bert ein politistur vera á vakt í Klaksvík og ein í Runavík á kvøldvaktini. Jógvan E. Ósá heldur at broytingarnar eru til tað betra. KÍ spælir seg í finaluna um Løgmanssteypið. Hans Erik Jakobsen, leiðari á Atlantic helicopters sigur, at tyrlutænastan hevur sera nógv arbeiði í samband við oljuvinnuna, serstakliga uttanfyri føroyska økið og tí verður leitað eftir eini tyrlu afturat.. Vend tykist at verða komin í arbeiðsloysið í Norðoyggjum, kryvjing og Eystís eru byrjað uppá nýtt virksemi. Teknikararnir hjá Klaksvíkar Býráð fyrireika borgarafund um býarætlanina. Við Klaksvíkar Badmintonfelag á odda, verður sáttmáli gjørdur við Norðhús um bygging av nýggjari ítróttarhøll í Klaksvík, ið skal vera klár um eitt ár. Leygardagin 30. september var frítt at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin og Dávur R. Hansen, stjóri á tunlinum sigur, at 6700 bilar koyrdu ígjøgnum tunnilin hetta samdøgrið. Grivið verður út fyri nýggjum bygningi, ið skal standa við fótbóltsvøllin í Gøtu, miðað verður eftir at byggja ein líknandi bygning har, sum B36 húsið í Havn. Fríggjadagin 29. september andaðist Páll á Dul, 90 ára gamal. Kári Lindberg, ið frammanundan rekur Vípuna, gerst umboð fyri MBM í Klaksvík. Kommunulækni í Klaksvík vísir í brævi til Landslæknan á løgin fyribrigdi innan nýtslu av heilivági í Klaksvík. Landslæknin sigur í aftursvari til læknan, at hann einki fær gjørt við málið. Fríðin Ziskason gerst formaður í nýstovnaða hondbóltsfelagnum í Klaksvík, sum fær navnið “Team Klaksvík”. Kvikkur kemur á Klaksvík eftir at vera longdur og umbygdur í Danmark. Bóndin á Norðoyri , Jákup Skoradal, kennir seg sviknan, nú nýggi býarplanurin vísir at økið á norðoyri verður tikið til bústaðarbygging. Norðlýsið frættir frá álítandi keldum at Norrøna hevur ætlanir um at brúka Ánirnar sum alternativa Havn í Føroyum. Tyrlutænastan hjá Atlantic Helecopters hevur keypt nýggja tyrlu fyri 24 milliónir krónur. Nú ringvegurin verður gjørdur, fer nógv brúkta Skíðbreytin við Langubrekku í søguna. Í samband við oljudálking á Vágni verða um 3000 litrar av olju tiknir upp av sjónum. Fugltúgvan kemur á Klaksvík, eftir at hon í góðar fimm vikur hevur verið á Tórshavnar Skipasmiðju, har skipið er vorðið longt.Fyrst í Oktober gjørdust viðskiftafólk hjá Føroya Tele varug við at brek var á telefonlinjunum undir Brúnni í Klaksvík, men trupult var at finna fram til brekið og at loysa trupulleikan. Í heystfrítíðini skilur skúlaungdómur ull fyri Filana, ullin skal spinnast til fyrstafloks tógv á spinnarínum í Klaksvík. Ætlanir eru um at útflyta hesa reinu føroysku ullina. Byrjað verður at taka gamla Emmaus niður. Ein roynd verður gjørd at stovna “Náttaravnaskipan “ í Klaksvík. Svínoyingar fáa ein graslíkisvøll til børnini. Atlantic Airways flogfar verður fyri syrgiligari lagnu á Stord í Noregi, tá flogfarið koyrir av breytini orsakað av at flapsarnir ikki virkaðu. Hendingin krevur fýra mannalív. Nógv fólk møta til borgarafundin, sum Klaksvíkar Býráð skipar fyri í samband við nýggju býðarætlanina. Allan Mørkøre sigur við Norðlýsið at dysturin móti Frankaríki var ein katastrofa. Føroyar taptu 5-0. Eyðun Mørkøre, deildarleiðari í Føroya Sparikassa sigur, at sethúsavirðini í Klaksvík eru hæðkaði við ikki minni enn 38%. Faroe Salmon setir út um 900.000 smolt á Lambavík. Ætlanin er at Árnafjørður skal vera karmur um slóðbrótandi toskaaling. Kanjon fær sína fyrstu nýggju gravimaskinu í 20 ár. Vilhelm Johannesen, løgtingslimur fyri javnaðarflokkin boðar frá, at hann stillar ikki upp aftur. Nýggj Trygdarmiðstøð skal byggjast í Klaksvík, avsettar eru 15 milliónir á løgtingsins fíggjarlóg. Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri sigur, at tað floymir inn við umsóknum um sethúsagrundir til býráðið.
November
Í samband við 100 ára dag bankans, skipar Føroya Banki fyri sera væleydnaðum gallakvøldi í KÍ-Høllini har millum aðrar Finn Nørbygaard og Jacob Haugaard luttaka. Norðlýsið veit at siga, at Magnus Jørgensen úr havn er instillaður sum nummar eitt til sóknarprestastarvið í Klaksvík. JFK samtakið, P/F Christian í Grótinum og møguliga ein triðji partur fara at byggja eitt 3.500 fermetra stórt frystihús í Ánunum. KJ Hydraulik ger tvíkilju á Skarðhamri sum skal vera latin alifyritøkuni Pan Fish. Ein ferðsluvanlukka er á Viðareiðisvegnum men tíbetur hendir ongin mansskaði. Í kjalavørrinum av øktum trupulleikum av leysgangandi hundum, styrkir Klaksvíkar Kommuna um hundaansingina. Landsdystur er millum Írland og San Marino har Lassin Isaksen dømir sín seinasta altjóða dyst. Dysturin verður vístur á stórskýggja í Klubbanum. Stórur vøkstur í inntøkunum hjá Klaksvíkar Kommunu. Í fíggjarætlanini sum varð løgd fyri árið 2006, varð roknað við eini skattainntøku uppá 112 milj. krónur, men framrokningar siga nú, at býráðið kann rokna við 123 milliónum í ár, ella ein meirinntøka uppá umleið 10%. eisini skal nevnast at skattainntøkan fyri 2005 var knappar 119 milj. kr. Frímund Hansen skjítur upp at gera ein alternativan flogvøll í Svínoy. Norðborg fer á royndarveiðu eftir sild. Bók um Coronet og modellskip av sama vóru atdráttarmegin, sum fingu fitt av fólki at savnast á Skúlanum við Ósánna. Einastandandi væleydnað bókaframløga – Ziskatrøðbrekkan var framløgd við skemtiligum frásøgum, góðum upplestri og tónum frá klaksvíkar hornorkestri og hans hjalta Skaale. eitt sera forkunnugt og væleydnað tiltak í Norðoya Sparikassa, har høvundurin Christoffer Jensen var høvuðsleikari. Pætur S. Clementsen verður settur sum ungdómsvenjari hjá KÍ. Jólafyrireikingarnar eru byrjaðar og Norðlýsið vitjar inn á gólvið hjá Orkis á Glyvrum, sum hevur sett upp snotuliga jólastovu. Hans Waag, sum nú er eigari av Pattino hevur sett Lydiu Rasmussen sum leiðara á handlinum. Gongur sum JFT Connectors ætlar, so verður klárt at flyta inn í 15 arkitektateknaði samanbygd hús í Ánunum tá ligið er út á summarið 2007. Aftur í ár skipar Verkstaðurin á brekku fyri jólasølu, jólasølan verður sera væl vitjað. Fuglfirðingar fáa nýggjar “grønar” egningaskúrar. 60 standa á bíðilista til grundstykkir í Fuglafjarðar kommunu og tí er kommunan í ferð við útstykkingar á Bakkageilini, samstundis sum ognartikið verður í Stovugerði. Í sambandi við at Atli S. Justinussen, býráðslimur fer í farloyvi, tekur Jan Gardar við sum býráðslimur í Klaksvík. Á stórfingnari móttøku í Klingruni í Klingrugarði, verður nýggja kókibókin Lætt & leskiligt løgd fram, undirtittulin 2’arin boðar frá, at vit helst kunnu vænta okkum fleiri av slagnum. Í samband við at Kí skipar fyri marknaðardegi í KÍ-høllini verður ein áhugaverdur Bentley bilur frá 60tíarunum boðin til sølu.
Desember
Eg skilji ikki at KÍ má til Gøtu eftir leikarum, sigur venjarin hjá GÍ, Petur Mohr við Norðlýsið. leiðslan í Klaksvíkar Kommunu er stutt sagt kaotisk, sigur hans Arni Bertholdsen, býráðslimur. Tá ligið er nakað út á várið 2007 verður, um gongst eftir ætlan, farið í gongd við at byggja fyrstu av tveimum raðhúslonum við Bólstein í Leirvík. Svimjihøllin í Klaksvík skipar fyri serstakari svimjikvøldum fyri kvinnur, hugskotið fær góða undirtøku. Eftir samráðingar í eina tíð, hava Klaksvíkar Kommuna og Smyril Line nú gjørt avtalu um, at havnin í ánunum verður alternativ havn hjá Norrønu, tá veður og vindur forðar fyri nýtslu av tí regluligu havnini hjá skipinum upplýsir Steinbjørn O. Jacobsen fyri Norðlýsinum. Útstykkingar verða gjørdar ymsastaðni í kommununi, badmintonhøllin er í gerð, svimjihøllin verður nútínamsgjørd og tónleikabólkar fáa hølir til venjingar o.a. – hesi tiltøk eru bert nøkur fá úr rúgvini, sum framd verða her í økinum í løtuni, sigur Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri í sambandi við at tað verður ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin 10. desember – vælkomin til Klaksvíkar, leggur hann afturat. Upp undir jólini flytir gávubúðin hjá Heygabúðini í nýggj hølir. Frameftir hevur gávubúðin til húsa í sama bygningi sum matvøruhandilin Heygabúðin. Bók um Júst í Túni kemur út eftir Helga Jacobsen, rithøvund. “Dávavirkið” verður ramman um tónnleikabólkar – Vit hava eitt ótrúliga spennandi projekt koyrandi saman við Klaksvíkar Býráð, sigur Beinta Árnadóttir Gregersen, leiðari á Virkishúsinum fyri ung í Klaksvík. við hesum vísir hon á Dávavirkið, sum komandi depil fyri tónleikabólkar í samfelagnum. Móttøka er á apotekinum í Klaksvík, í samband við at nýggjur apotekari tekur við starvi, ta´er 27 ára gamla Kristbjørg Isaksen úr Gøtu, ið nú tekur við. Norrøna er nú farin undir at brúka góðshavnina í Ánunum sum alternativa havn og tað sýnist at rigga væl hjá Norrønu eftir at nýggja rampan er tikin í nýtslu. Nýtt grannskoðaravirki sær dagsins ljós í Norðoyggjum, tað eru teir báðir Victor Nielsen og Símun Absalan íð eru partaeigararnir. Norðoyatunnilin ger av at lækka gjøldini fyri tunga ferðslu ígjøgnum tunnilin við 30 prosentum. Fyri málmansavrik, sum eingin annar føroyingur hevur megnað, heiðrað Norðlýsið og Klaksvíkar Ítróttarfelag Jákupi Mikkelsen í Cáfeini í KÍ-høllini. Sólva Wardum, sum í 14 ár hevur rikið tannlæknastovu í Klaksvík gevst nú við hesum yrki sínum her, so nú verður bert ein tannlæknastova í Norðoyggjum, nevniliga hon hjá Hans Olav Hansen. Handilin hjá Hjørleif lýsir við útsølu í samband við at handilin letur aftur með alla áðrenn ársskiftið. At lækka tunnilsgjaldið fyri tunga ferðslu við 30 prosemtum er eitt stiga á rættari leið, men gjaldið fyri persónbilar eigur at lækkast niður í helvt, sigur Jákup Mikkelsen, býráðslimur. Christian Olsen, leiðari á kunningarstovuni andaðist, bert seksti ára gamalur. Dansistjørnan Vígdis Hentze Olsen vitjar í Klaksvík og fær stórfingna móttøku í KÍ-Cafeini. Eins og tað hevur gjørt á hvørjum ári í 16 ár, kemur JÓLASKIPIÐ aftur á Klaksvík og undirtøkan er størri enn nakrantíð, og í tí sambandinum fær Sigrun Juul Samuelsen heiðurin sum “Ársins Rósa”. “Eldsálirnar, sum vit uppliva innan mentan, ítrótt, handil, vinnulív og á øðrum økjum, eru gull verdar fyri okkara samfelag tí er tað umráðandi at vit stuðla hesum eldsálum, sigur Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri í áhugaverdari grein í seinasta Norðlýsinum í ár.




