icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Røða, Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri: Nýggja kappróðrarneystið í Árnafirði

Norðlýsið

Nógvar góðar lokalar kreftir hava tikið lógvatak um róðrarneystið

Nýggja kappróðrarneystið í Árnafirði varð tikið alment í nýtslu hósdagin tann 21. desember 2006 við einum hátíðarhaldi í nýggju prýðiligu hølunum, har m.a. borgarstjórin helt eina røðu, sum vit her endurgeva.

Steinbjørn O. Jacobsen segði m.a. hetta í røðu sínari:

Tey flestu av okkum munnu hava hoyrt hetta sitatið: “Spyr ikki, hvat samfelagið kann gera fyri teg, men heldur, hvat kann eg gera fyri samfelagið”.
Og jú minni eitt samfelag er, jú størri ávirkan hevur atburðurin og avrikið hjá einstaklinginum á tað samlaða úrslitið í tí sama samfelagnum.
Onkuntíð hevur verið sagt – og tað er eisini púra satt – at tað er ein framíhjárættur at vera føroyingur, tí vit eru bert áleið 50-túsund persónar, sum tala okkara móðurmál og sum mynda eina serstaka tjóð við egnum samleika.
Tað, sum ein einstakur føroyingur fremur, hevur sera stóran týdning fyri okkara land og fólk, tí vit eru jú so fáment – hin einstaki ger sera stóran mun í rúgvuni.

Bygdin eigur
góðar stuðlar.
Men … hevur tað stóran týdning fyri allar Føroyar, hvat tann einstaki borgarin fær av skafti, so veksur hesin týdningurin uppaftur meira, tá tú fert út um landið í tey lokalsamfeløg, sum land okkara er samansett av. Størri og smærri bygdaløg, sum hava sín egna samleika.
Eitt av Føroya smærru lokalsamfeløgum er Árnafjørður og HER er altumráðandi, hvat tann einstaki bygdarmaðurin og –konan – við stuðuli frá myndugleikunum – seta sær fyri at fremja og síðan seta í verk.
Tíbetur hevur Árnafjørður átt og eigur framvegis fólk, sum fyrst spyrja, hvat tey kunnu gera fyri Árnafjørð heldur enn øvugt, og tað er ein orsøkin til, at vit eru stødd her í kvøld at taka hetta nýggja kappróðrarneystið í brúk.

Spentir í kappróðri.
Í røðu sínari greiddi borgarstjórin eisini frá ymiskum hendingum í kappróðrarsøguni hjá Árnafirði, sum eisini fevnir um nógvar sigrar og eisini nøkur føroyameistaraheiti.
Av tí sama helt Steinbjørn tað ikki vera undarligt, um árnfirðingar gjøgnum árini hava verið spentir í kappróðri, og segði hann í hesum sambandi frá um árnfirðingar, ið vóru so spentir, tá útvarpið segði frá stevnuróðrum, at teir orkaðu ikki at sita inni og lurta eftir, meðan útvarpsmaðurin segði frá kappróðrinum, og teir fóru tí ístaðin út at ganga, meðan róðurin var. Eisini var sagt frá onkrum árnfirðingi, ið eina Jóansøku hevði verið so spentur, meðan árnfirðingar róðu kapp, at hesin rann alla longdina av kajini meðan hann fylgdi bátinum, sum róði.

Framtøk hesi
seinastu árini.
Árnafjørður hevur verið ein partur av Klaksvíkar Kommunu frá byrjan, so her er talan um eitt longri hjúnalag, um eg so má siga.
Ein skal varða seg fyri at døma fortíðina við nútíðar brillum, so vit skulu ikki gera okkum til dómarar yvir tað farna, men vit kunnu tó samanumtikið siga, at sum í so mongum øðrum hjúnaløgum, so hava dagarnir ikki altíð verið bara góðir.
Menningin av Árnafirði hevur ikki altíð gingið soleiðis, sum árnfirðingar sjálvir vildu tað – tó so, framstig hava verið, og um vit líta víðari fram á leið, so eigur hendan vakra bygdin – um rætt verður atborið – at kunna mennast og styrkjast í komandi tíðum.
Nú kenni eg ikki so nógv til tíðina áðrenn mína tíð í býráðnum, men um vit líta at hesum seinastu árunum, so eru tað serliga nakrar hendingar, sum renna mær til hugs:
    Tá staðbundna nevndin fyri Árnafjørð byrjaði at virka – hon hevur eitt sindur ilt við at halda regluligar fundir, men eg haldi meg kunna siga, at hon avgjørt hevur havt sína góðu ávirkan á viðurskifti her í bygdini, og tað vil eg her nýta høvið at takka tykkum, sum hava sitið og sita í nevndini fyri.
    Asfalteringar og ábøtur á vegir og gøtur eins væl og kirkjugarðin í Árnafirði.
    Samtykt býráðsins í juni 2003 um sethúsa¬útstykking.
    Tá Skúlin í Árnafirði tann 27. oktober 2004 varð 100 ár – hátíðarhaldið og bókaútgávan
    Tá vatnreinsiverkið í Árnafirði varð tikið í nýtslu tann 21. september 2005

Ein skjót
verkætlan.
Umframt hesi og onnur kommunal mál og tey vinnuligu, sum hava ikki minni týdning, so eru tað serliga tvey mál, sum hava fylt nógv í viðgerð býráðsins av Árnafirði hesi seinnu árini.
Hesi bæði málini eru av meira privatum slag, og allíkavæl eru tey rættiliga almenn millum árnfirðingar, tí her eru nógvar góðar lokalar kreftir, sum taka lógvatak.
Tað fyrra av hesum málum, sum eg her hugsi um, er bygdarhúsið, sum vit ikki gera so nógv við í kvøld, … og hitt málið er hetta húsið, sum vit nú kunnu taka í nýtslu í dag.
Tað verður sagt – og tíverri eisini onkuntíð av røttum – at tað kann vera rættiliga striltið at fáa framt mál, har stuðul frá tí almenna er partur, men eg haldi ikki, at tað er galdandi í hesum føri.
Á býráðsfundinum hin 24. november í fjør viðgjørdi býráðið eitt skriv frá Árnafjarðar Róðrarfelag, móttikið tann 14. oktober 2005, har felagið biður um, at settar verða av Kr 900.000,- til kappróðrar¬neyst, samstundis sum felagið boðar frá, at tað heldur ynskir øki í bátahylinum til neystið.
Hetta var altso fyri einum góðum ári síðan, … og longu nú í kvøld, hóskvøldið tann 21. desember 2006, sita vit her og taka neystið í brúk, og eg tað er mær ein gleði at upplýsa fyri tykkum, at eg í dag, vegna býráðið, havi flutt Árnafjarðar Róðrarfelag tær samtyktu 900-túsund kr.
Eg fari við hesum – vegna Klaksvíkar Býráð, sum eisini hevur víst hesi verkætlan stóra vælvild – at ynskja tykkum í Árnafjarðar Róðrarfelag og øllum árnfirðingum hjartaliga tillukku við hesum neysti, sum eg ikki ivist í fer at hava sera stóran týdning fyri trivnaðin í bygdini.
Sum eg nam við í byrjanini, so er tað serliga umráðandi fyri smá lokalsamfeløg at eiga fólk, sum tora at bróta upp um armar, og sum duga at gera tankar og visjónir til veruleika.
Í hesum føri er tað nevndin og leiðslan í Árnafjarðar Róðrarfelag, sum hevur staðið á odda fyri hesum megnarverki, sum vit øll í dag kunnu fegnast um.

Hjartaliga tillukku og bestu eydnu.