Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftirlønin hækkað við 52%

Norðlýsið

Eftirlønin úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum verður sostatt 1.860 kr. um mánaðin.

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur á fundi 04/01 2007 samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við umleið 52% frá 1. feb 2007 sammett við januar 2007, soleiðis at eftirlønin verður 1.860 kr um mánaðin. Ásetingin er galdandi fyri restina av 2007 og alt árið verður eftirlønin samanlagt 21.685 kr. Øll, sum hava fylt 67 ár, fáa eftirløn úr grunninum.



— o —



Stýrið ásetti tann 27/09 2006 nýggja eftirløn til 1.225 kr til hvønn móttakara um mánaðin, men av tí, at løgtingslóg nr 129 frá 28.12.2006 hækkar inngjaldið í grunnin og tekur burtur tíðarfreistina um áseting áðrenn 1. oktober, er eftirlønin fyri 2007 ásett av nýggjum.



Løgtingslógin um eftirlønargrunnin er frá 1991, men hon er broytt nakrar ferðir.



Lønmóttakarar og arbeiðsgevarar hava síðan 1. januar 1992 goldið í grunnin. Lønmóttakarar og arbeiðsgevarar rinda ein prosentpart av ávikavist a-inntøkuni og útgoldnu lønini, so hvørt lønin verður útgoldin. Frá 1. januar 2007 rinda lønmóttakarar og arbeiðsgevarar hvør 1,5% av lønini og frá 1. januar 2008 hvør 1,75% av lønini.



Eftirlønarveitingin er ásett soleiðis, at grunnurin sleppur undan at lækka hana seinni, og í staðin fyri hevur møguleika fyri at lata eina vaksandi upphædd, sum í minsta lagi veksur líka nógv sum inflatiónin.



Reglurnar um útgjald úr grunninum eru ásettar í løgtingslóg nr 39 frá 07.05.1991, sum seinast broytt við løgtingslóg nr 87 frá 20.12.2004 og í kunngerð nr 44 frá 09.05.1997. Eftir hesum reglum er tað Toll- og Skattstovan, sum stendur fyri útgjaldinum, og hvønn mánað setur veitingina á konto hjá hvørjum eftirlønarmóttakara í sparikassa, banka ella postgiro.