Veðrið hevur verið sera ólagaligt hjá Atlantic Navigator, síðani teir komu út aftur.
Atlantic Navigator roynir í løtuni saman við hinum føroysku svartkjaftaskipunum suður av Munkagrunninum. Tað hevur ikki verið nógv at fingið, so Atlantic Navigator fer helst at sigla suðureftir fyrsta dagin. Hinir føroysku svartkjaftabátarnir, ið eru har hava flestu nakað av last inni, so teir royna helst at hespast til Havsbrún letur upp aftur mánadagin. Tá koma teir helst inn at landa veiðuna og fara so eisini í Irskan sjógv.
Tey umborð á Atlantic Navigator lata heilsa heima og siga, at tey hava tað øll gott hóast fiskiskapurin er heldur lakur.




