Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sparikassin metavlop í 2006

Oliver Joensen

Januar mánaði er tíðin tá virkir og stovnar gera roknskapin upp fyri farna ári og í tí sambandinum hava vit vent okkum til Eyðfinn Reyðberg, stjóra á Norðoya Sparikassa.

Eyðfinn Reyðberg, stjóri sigur, at enn er ov tíðliga at siga neyvt hvussu endaliga úrslitið hjá Sparikassanum verður fyri 2006. Hinvegin, so kann lognu nú sigast, at úrslitið verður væl omanfyri tað sum vit á fíggjarætlanini fyri Norðoya Sparikassa settu okkum sum mál fyri árið.
Fíggjarætlanin hjá Norðoya Sparikassa var uppá 29 miljónir krónur, og tá Eyðfinn Reyðberg sigur at úrslitið verður væl betur, loyva vit okkum at gita at úrslitið fer at liggja ímillum 35-40 milj. kr. í 2006.
Úrslitið fyri 2005 var júst 29 milj, ella tað sama sum fíggjarætlanin fyri 2006 varð sett til.
Meira í Norðlýsinum ímorgin týsdagin.