Meðan teir sigla verður tosað í telefon – júst nú ringdi eina útróðrarmaður vestanfyri at spyrja um goggu
Liðugt er seta. Í meðan vit sigla til næsta stubba tosa teir í fartelefon. Ein útróðrarmaður vestanfyri ringdi og spurdi um gággu, men óvist er, um nóg nógv gágga verður, so hann kann fáa. ‘Teir ið vanliga keypa, fáa fyrst’ sigur Klæmint, skiparin.
Veðrið er av tí besta og gongur arbeiði væl – um enn eitt sindur seint. Vit fóru avstað kl. 06.30 í morgun, og verða væntandi aftur um midnátt.




