Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KEND: Nýtt mánaðarblað

John William Joensen

Eitt nýtt mánaðarblað er júst komið í handlarnar og kioskirnar. Heitið á hesum nýggja miðli er KEND.

Sum navnið ber boð um, er talan um eitt føroyskt myndablað, ið umrøður kendar føroyingar bæði innan- og uttanlands, sum t.d. tónleikarar, politikkarar og onnur.

Støddin er eitt vet minni enn t.d. Dimmalætting. Blaðið er bæði heft og skorið, og allar síðurnar eru í litum. Hóast KEND minnir eitt sindur um eitt danskt vikublað hvat lay-outi viðvíkur, er innihaldið tó annarleiðis. Til dømis fáa spillnakin fólk og gølur ikki innivist í blaðnum.

Tað er reklamustovan Mediagraph, ið gevur út. Símun úr Konoy er blaðstjóri, og kendi miðlamaðurin Hilmar Jan Hansen og onnur skriva og taka myndir.