Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun Eliasan, limur í staðbundnu nevndini fyri Trøllanes: Vit áttu at gjørt eina eftirmeting av samanleggingini

John William Joensen

sigur Eyðun Eliasen, limur í staðbundnu nevndini fyri Trøllanes

– Tað eru nú liðin tvey ár síðan vit løgdu saman við Klaksvíkar Kommunu og mín metan er at tað eru batar hendir á kommunala økinum.



– Tað sum er gjørt er tó mest fyri at fjálga um hjá okkum, sum í dag búgva á Trøllanesi. 



– Bygdirnar hava ongantíð áður verið so nógv pyntaðar til jóla sum nú. 



– Ein arbeiðsmaður arbeiður burturav við ymiskum viðlíkahaldið. 



– Men hetta eru ikki nøkur frambrot, sum kunnu vera við til at menna bygdirnar. Tað er sjálvandi ikki ein uppgáva hjá tí almenna at skapa arbeiðspláss, men støðan í Kalsoynni er soleiðis at ilt er at fáa eyga á nakrar møguleikar fyri privatum virksemið. 



– Tá man so sær og hoyrir at Klaksvíkar Kommuna arbeiðir við at byggja eldrabýlir í Viðareiðis- og Svínoyar Kommunu, so byrjar ein at hugsa um tað nú var so skilagott av okkum at fara uppí Klaksvíkar Kommunu. 



– Slíkir stovnar høvdu verið eitt veruligt frambrot fyri okkum og givið nógv nýggj arbeiðspláss. 



– Nú skal hetta ikki misskiljast, tí eg unni teimum á Viðareiði og Svínoy alt tað besta, men eg haldi tað vera eitt sindur undarligur máti at arbeiða uppá, tá man nú ger ein so stóran innsats fyri hesar kommunur, sum hava valt at vera uttanfyri. 



– Eg trúgvi at býráðslimir í Klaksvík við hesum vóna at fáa Viðareiði og Svínoy uppí Klaksvíkar Kommunu, men tað mátti verið líka gott agn at hetta var gjørt fyri tey økið sum í dag eru partur av Klaksvíkar Kommunu. 



Avsláttarskipan

– Fyri einum árið síðan var ein avsláttarskipan gjørd við Strandferðsluna fyri okkum, sum búgva í Kalsoynni, tí vit hava dýrari veg til almennu stovnarnar í Klaksvík og hetta er alt sera gott. Men hóast hendan avtalan var gjørd fyri einum árið síðan er hon framvegis ikki enn farin at virka. 



Eyðun Eliasen, sigur at hann framvegis heldur tað vera rætt at leggja saman við Klaksvík, men at ein eftirmeting átti at verið gjørd nú tvey ár eru liðin síðan samanleggingin var gjøgnumførd.