Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samkomuleiðarar og kirkjur eiga at fyrireika seg til løgtingsvalið

John William Joensen

Tað hevur ongin trupuleiki verið hjá føroyingum at hildið politik og samkomulív toluliga atskilt – men seinastu árini hava politikarar alt meira og meira brúkt kristiligar fundir, til politiska tileyggjan.

Sum eitt dømi kann eg nevna at stutt undan seinasta løgtingsvalið fór ein av formonnunum í føroyskum politiskum flokki undir eina møtirøð kring um í landinum.

Eftir mínum tykki var hetta at fara út um mark. Tað eg sjálvur kenni til samkomulív, so hava politikarar undan valinum hildið seg frá at tikið orðið á samkomufundum, hóast teir sjálvandi í øðrum sambandi hava kítt seg fyri at fingið undirtøku. 

Fólk, sum ganga á møti og annað slag av kristiligum fundum eru sjálvandi eisini politiskt áhugað. M.a. minnist eg tá fyrrverandi fiskimálaráðharrin í beinleiðis sjónvarpssending sást grátandi á tingfundi. Tá var tað onkur, sum á bønarmøti mánakvøld reistist og bað beinleiðis fyri landsstýrismanninum og familju hansara. 



Eru ikki nøgd við gongdina. 

Tað er tó eingin loyna, at tá ein í dag fer til samkomufundir og møtir, so er ikki at misskilja, at tað er ein sjónlig misnøgd við tey mál, sum í seinastuni hava fylt alt tað politiska rúmið. Flestu prædikur siga tað ikki beinleiðis, men boðskapurin er at tey virði, sum samkomur og kirkjur standa fyri, í dag ikki vera hoyrd í politiska systeminum. 



Hettar er eisini ein trupuleiki hjá føroysku flokkunum, tí stórur partur av føroyska fólkinum gongur regluliga í kirkju og á møti og hava halda tey kristuligu virðinum nær at hjartanum. 



Áheitan 

Sum formaður í politiskum lokalfelag fari eg at heita á samkomu- og kirkjuleiðara um at taka omanfyrinevnda spurning til viðgerar og vil eg mæla til, at tá komandi valstríð er í hæddini, skulu tey sum eru uppstillaði til løgtingini í nakrar vikur sita millum áhoyrarar og ikki læra á prædikustólinum. 



– Tað er umráðandi at vit øll luttaka í politiska orðaskiftinum, men tað er meira umráðandi at evangeliðið verður framborðið til føroysku tjóðina, eisini eftir at løgtingsvalið hevur verið. Politikkur hevur tað við at seta fólk í bás, men boðskapurin um uppreisn Kristusar frá deyða er í beinleiðis andsøgn til hetta. 



John William Joensen 

Formaður í Norðoya Sambandsfelag