Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunvá stak ónøgd

John William Joensen

– Eg vóni, at málið um íløgurnar á Viðareiði og Svínoy verður tikið uppaftur av nýggjum í Býráðnum

Gunnvá við Keldu vónar, at málið viðvíkjandi íløgum uttanfyri kommunumark verður tikið upp-aftur, og er púra samd við limirnar í staðbundu nevndunum i Mikladali og á Trøllanesi.



Jógvan Andreas Sørensen og Eyðun Eliasen umboð í staðbundun nevndunum fyri Mikladal og Trøllanes hava yvirfyri Norðlýsinum gjørt vart við sína ónøgd, at Klaksvíkar Kommuna hevur samtykt at seta pening í Eldrabýli uttanfyri kommunumark.

Út frá hesum hava vit vent okkum til Gunvá við Keldu, sum býráðslimur er limur í Sosialu nevnd og sum ikki atkvøddi fyri uppskotinum.

– Eg taki fult undir við Jógvan Andreas og Eyðun, at hetta málið er illa handfarið, og má tað undra skattaborgararnar í kommununi, at Klaksvíkar Kommuna fer út um kommunumark at gera so mikið stórar íløgur, sum í hesum føri er 7 milliónir krónur, ella møguliga meir, sigur Gunvá við Keldu.

– Á býráðsfundinum legði eg broytingaruppskot fram, um at fáa tað aftur í nevnd, tí viðgerðin hevði verið bæði tunn og tilvildarlig. Ein so grundleggjandi broyting í íløgupolitikkinum hjá kommununi, átti at havt fingið eina nógv meiri djúptgangandi viðgerð. Fyri tað fyrsta, áttu limirnir at kent málið væl og virðiliga áðrenn fundin og ikki at tað bara varð lisið upp av formanninum á einum eykafundi, avtalaður í bráðskundi.

Umframt tað, vóru bert tríggir av fimm fíggjarnevndarlimum á fundi, tá málið var fyri har. Heldur ikki var býráðið fullmannað, tá býráðsviðgerðin fór fram.

– Tá eg hugsi um fíggjarætlanina 2007, at eg sum formaður í Mentanarnevndini varð trýst til at spara 7 milliónir krónur í íløgum á mentanarøkinum, fyri at fáa fíggjarætlanina at hanga betur saman, er júst henda avgerð ikki til at skilja, nú so mikið stórar avbjóðingar standa fyri framman við skúlabygging, útbygging av svimjihøllini og fleiri øðrum mentamálum.

– Tað sum eg eisini haldi vera løgið er, at tveir av býráðslimunum, sum vildu hava borgarnar í kommununi at gjalda meir í skatti nevniliga Rani Nolsøe og Kristian Eli Zachariassen, vóru við til at játta hesa stóru íløgu uttanfyri okkara kommunu, heldur enn, sum limirnir í staðbundu nevndunum vísa á, at íløgurnar kundu verið brúktar til Mikladal og Trøllanes, sum longu er ein partar av okkum.

– Eg vóni nú, at málið verður tikið uppaftur av nýggjum, nú limir í staðbundnu nevndunum í okkara kommunu so greitt gera vart við seg og sína ónøgd, sjálvt um ikki varð lurtað eftir mær sum samgongulimi.