Breyðmolin lat upp nýggjan handil í Klaksvík beint fyri jól og fer nú undir eina spennandi teknikapping.
Beint fyri jól, leygardagin 16. desember, lat Breyðmolin handil upp í Nólsoyar Pállsgøtu 16, har Summardáin áður helt til. Handilin hevur fingið navnið Café Breyðmolin.
Umframt at selja alskins bakaravørur, er eisini møguleiki fyri at seta seg inn og fáa sær ein kaffimunn. “Nógv fólk gjørdu nýtslu av café’ini í jólamánaðinum. Hetta var líka sum við til at skapa ein jólahugna. Belgiskar vaflur var tað ið varð mest eftirspurt, men eisini vildu fleiri hava kúluís. Hetta við Belgiskum vaflum er nakað nýtt í Klaksvík, og sær tað út til at fólk hava tikið tað til sín” sigur Jógvan Skorheim, stjóri.
“Tað hevur verið stuttligt at síggja, hvussu væl fólk hava tikið ímóti handlinum. Nólsoyar Pállsgøta er eisini ein nógv trafikeraður vegur allan dagin, bæði tá ið fólk skulu frá og til arbeiðis. Eisini her liggja fleiri húsarhald rundanum handilin, so tey hava stutt at fara, tá ið tey skulu keypa sær okkurt lekkurt til morgunmat ella afturvið kaffi.
Vit ynskja sjálvsagt at geva kundanum eina góða tænastu og eitt gott upplivilsi” sigur Jógvan.
Stór teknikapping
Frá døgunum 15.01.07 til 04.02.07 skipar Café Breyðmolin fyri stórari teknikapping. Hetta verður ein spennandi teknikapping, ið børn og ung frá 0 – 12 ár kunnu vera við í. Tey skulu tekna okkurt, ið hevur við Bakarí at gera. Tað kann til dømis vera ein bakara bil, bakara handil, bakara, breyð, køkur ella okkurt heilt annað. Tað skal bara hava okkurt við bakverk at gera. Vinnarin av stóru kappingini fær eina Sony Ericsson W300i, ið er løtt og smart felli-fartelefon frá Sony Ericsson. W300i hevur talgildan Walkman® tónleikaavspælara (MP3), sum rúmar upp til 60 sangum á 256 MB stóra minniskorti (Memory Stick Micro – M2), sum fylgir við. Eisini hevur hon myndatól. Nummar 2 fær ein lagkøkumann/konu tá ið hann/hon ynskir tað, og nummar 3 fær ein winearbreyðmann/konu tá ið hann/hon ynskir tað.
Myndirnar skulu latast inn á Café Breyðmolin í síðsta lagi leygardagin 3. februar áðrenn kl. 19.00 fyri at vera við í kappingini.
“Tað veður spennandi at síggja allar myndirnar, ið koma inn. Børn eru vanliga sera kreativ, og tað er stuttligt at síggja, hvat tey kunnu fáa burturúr. Vit hava roynt eina líknandi kapping fyrr í Fuglafirði, og eydnaðist hon sera væl” sigur Jógvan við Norðlýsið.
“Vinnarin verður kunngjørdur leygardagin 10 februar kl. 15.00, og eru øll vælkomin at vera til handanina av vinningunum. Handilin verður eisini prýddur til føstu hendan dagin og børnini fáa luftbalónir” sigur Jógvan Skorheim at enda.
Norðlýsið ynskir Café Breyðmolanum góðan byr.




