Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leikstjóraútbúgving í Litava

Norðlýsið

International Amateur Theatre Directors Course 2007-2008, Klaipeda University, Litava

Eins og undanfarnu árini síðan 2001 bjóðar Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) í samstarvi við evropeiska felagsskapin NEATA, litaviska meginfelagið fyri áhugaleikarar LMTS og altjóða felagsskapin AITA/IATA føroyingum leikstjóraútbúgving á lærda háskúlanum í Klaipeda komandi ár.

Útbúgvingin byrjar 1. septembur 2007 og er liðug 20. juni 2008.

-Fyrra undirvísingarhálvan: frá 1. septembur til 20. desembur 2007.

-Jólafrí: frá 20. desembur 2007 til 20. januar 2008.

-Seinra undirvísingarhálvan: frá 20. januar til 20. mai 2008.

-Projektarbeiði og próvtøka: frá 20. mai til 20. juni 2008.

Undirvísingin umfatar:

•Sjónleik

•Leikstjórn

•Kroppsrørslu

•Mimikk

•Leikstjórnar-søgu

•Raddarteknikk

•Endaligt projekt

Lærarar eru professarar á sjónleikaramegindeildini á Klaipeda University, sum síðani 1975 hava undirvíst yrkisleikstjórum til áhugasjónleikin í Litava saman við øðrum evropeiskum professarum. Undirvísingarmálið er enskt.

Treytin at søkja er, at tú hevur spælt áhugasjónleik ella hevur verið leikstjóri. Luttøkan er avmarkað til 15 næmingar.

Freistin at søkja er 1. mars 2007.

Umsóknir úr Føroyum skulu sendast Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF), sum eisini upplýsir meira um útbúgvingina.

Meira á www.maf.fo, www.ku.lt, www.neata.dk, www.lmts.ku.lt, www.theatredirecting.ku.lt