Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dávur Winther: Tónleika-andakt í Christianskirkjuni

Norðlýsið

Ein annaðleiðis og hugnalig løta í Christianskirkjuni mánakvøldið kl. 20.30.

Sálmurin, lesturin, urgutónleikurin, kvirran og rúmið fingu hvør sína serstøku løtu mánakvøldið í tónleikaandaktini, sum presturin Meinhard Bjartalíð hevði tikið stig til.

Hann hevði fingið starvsbróður sín – urguleikaran á Hædd í Klaksvík, Petur Martin Johannesen at spæla á urguna í Christianskirkjuni – Hesa deiligu urguna í teirri stásiligu og rúmligu kirkjuni, sum av røttum kundi verið dómkirkja. So flott og rúmlig og við so ómetaliga góðum akustikki – Ja, tú kanskt kanska kalla kirkjuna “hin føroyski Nidarós Dommen”.

Júst tí at kirkjan er so serstøk, stór og tignarlig við hesi flottu altartalvuni, har tú ert ein av viðleikarunum í myndini, kom løtan til sín rætt í frágera urguspælinum, sum Petur Martin stóð fyri.

Hann spældi “Wachet auf, ruft uns die Stimme” og “Pastorale” eftir J. S. Bach. Seinni spældi hann “Præludium” í G-Dur eftir Felix Mendelssohn Bartholdy.

Petur Martin spældi eisini undir til sálmasangin, sum í Klaksvík altíð er serstakur. Inn í millum hevði Meinhard Bjartalíð prestur skriftlestur og bøn, sum bleiv kyrrað við kvirru, har tú kundi lesa tín egna lestur ella bert njóta tað stóra “tóma rúmið” og lata friðin falla.

Petur Martin Johannesen lat okkum enn betur vita tað, vit vistu: Hann er ein sera dugnaligur urgu- og –tónleikari, sum strýkur fyri hvørjum tóna á serstakan hátt. Petur Marin hevur lisið urguleik á lærdum háskúla í Oslo og hevur eisini lisið guðfrøði í meir enn trý ár.

Tí var talan ikki bert um tekniskt hegnisligt spæl, men um listarligan leik, sum bygdi á kirkjunnar aldargamlan sið í tónleikahøpi, sálmasangi, lestri, bøn og kvirru. Her fekk tú frið at vera tú – og orðið varð orð; borið av vøkrum sálmasangi og urguspæli – og kvirru!.

Ein annaðleiðis løta, sum kundu verið fleiri av í hesum frágera rúmi og ærgi.
Vónandi kemur Petur Martin Johannesen skjótt aftur fyri at vera.

Harleyfacadeacryl