Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

www.klaksvik.fo: Út á gøtuna at selja postkort

Norðlýsið

Komandi sunnudag fara børn og ung í Virkishúsinum út á gøtuna at selja postkort, sum tey sjálvi hava framleitt.

Postkortini kosta 25 kr. fyri fýra eintøk og peningin ætla tey ungu at brúka til nýggj myndatól og annað, sum hevur við myndatøkur at gera.

Úrslit av stórari myndakapping

Fyrr í heyst skipaði Virkishúsið fyri Ung í Klaksvík fyri eini forkunnugari myndakapping, har børnini og tey ungu kappaðust um at taka bestu myndina. Úrslitið gjørdist ein rúgva av myndum, sum allar vóru við á eini stuttligari framsýning, har dúgliga varð kjakast um, hvør mundi fara avstað við lekra iPodinum, sum var høvuðsvinningurin hesuferð. Ein dómsnevnd við myndamonnum og grafikarum funnu at enda fram til fýra tær bestu myndirnar – og tær kunnu tit nú eisini sleppa at eiga saman við teim ungu í Virkishúsinum.

Tær bestu myndirnar eru nevniliga prentaðar á postkort – og komandi sunnudag fara børnini og tey ungu út á gøtuna at selja postkortini. Peningurin, sum tey ungu fáa fyri postkortini, fer allur til keyp av nýggjum myndatólum og útgerð, sum kann gera tað stuttligari at arbeiða við myndatøku.

Banka á dyrnar

Lagt verður til brots klokkan 15.00, tá øll savnast í Virkishúsinum. Síðani fara vit í smærri bólkum út á gøtuna at banka á dyrnar hjá fólki í Klaksvík, sum vónandi fara at taka væl ímóti okkum. Ætlanin er at banka á dyrnar hjá fólki líka til klokkan 18.00, tá vit aftur savnast í Virkishúsinum – hesu ferð til heitt kakao og nýbakaðar bollar.

Tí vilja vit fegin heita á øll í býnum um at taka væl ímóti børnunum og teim ungu, tá tey standa uttanfyri hurðina. Tað er allarhelst ikki serliga torført, tí tey ungu í Virkishúsinum eru av fittastu og stuttligastu fólkum, sum nakrantíð hava verið til 😉

Um onkur er, sum hevur hug at keypa fleiri postkort, so fáast tey til sølu í kioskini í Virkishúsinum. Kostnaðurin er eisini tá 25 krónir fyri fýra eintøk.

Myndakappingin 2006

Til myndakappingina kundu tey ungu velja millum hesi evni:

– Vatn

– Andlitsbrøgd

– Græs

Vinnarar gjørdust Karina Jacobsen, Kristina á Høvdanum og Rasmus Steintórson og eru tað sostatt hesi trý, sum eiga myndirnar á snotuligu postkortunum.

www.klaksvik.fo