Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður í Norðoyggjum: Samfeldi politiski myndugleikin hevur svikið – ikki peningastovnar

Norðlýsið

Viðmerkingar til greinina ‘Hvør og hvat er tað, sum yvirupphitar búskapin’ eftir Jóhan Dahl.

Í Dimmalætting 4. januar hevði Johan Dahl grein hann nevndi: “Hvør og hvat er tað, sum yvirupphitar búskapin”, har hann í sínum lagi metir um politikaran, peninga-stovnar, ábyrgd Búskaparráðsins og hvar og hví so nógv ferð er á okkara búskapi.



Greinin staðfestir, sum rætt er, at rótin og bulurin til yvirupphitingina liggur í høvuðsstaðarøkinum, at politiski ryggurin ella samfeldi hevur svikið heildarbygnaðin, hetta hevur havt við sær, at virðini fyri hvørja fastogn sær eru økt í stórum í høvuðs-staðnum, meðan tey lutfalsliga eru lækkað nógv, longur út í útjaðaran tú kemur.



Hesar staðfestingur eru bæði viðkomandi og rættar.



Búskaparráðið ynskir kanska sentraliseringina

Men tá Johan leggur skuldina fyri hesa gongd á peningastovnarnar og á Búskapar-ráðið, so klári eg ikki at fylgja honum longur, hóast eg fari at geva honum rætt í, at Búskaparráðið ikki nóg greitt vísir á í hvørjum geografiskum øki upphitingin serliga er. Antin vil Búskaparráðið sleppa sær undan hesum týdningarmikla parti, ella er tað tí, at teir skorða undir eina sentralisering til høvuðsstaðin av samfelagsvirðum. – Tað er ikki óhugsandi.



Sjálvur setti eg formanninum í Búskaparráðnum spurningin á einum fundi í Klaksvík, um hví Búskaparráðið ikki gjørdi nakað meiri burtur úr hesum staðfestingum, tá teir vitstu, at yvirupphitingin er í høvuðsstaðnum og bara har. Soleiðis sum eg skilti svarið, komst hetta av, at resourcirnir vóru ikki til tað.



Men lat vera sagt her, Búskaparráðið er ráðgevandi, og vísir á sjúkueyðkennini, meðan politiski myndugleikin hevur stýringina og hevur avgerðirnar um hendur.



Peningastovar skulu vera tryggar forrætningar

Ein peningastovnur er til fyri m.a. at umsita peningarenslið í samfelagnum, geva lán av innistandandi peningi, at selja tær vørur teir hava á hillini, keypa og selja fíggjarvirði og leiðslan skal syrgja fyri, at partaeigararnir fáa eitt so gott avkast av ísetta kapitalinum sum gjørligt. Gott er fyri eitt land at hava sterkar peningastovnar.



At virðið á einum sethúsum í t.d. Suðuroy ikki er tað sama, sum í høvuðsstaðnum, er ikki peningastovnsins skuld. At peningastovnarnir ikki lána eins nógvan pening út til eina ogn, sum kann seljast fyri eina mió. í Suðuroy, sum tá hon fer fyri 2 mió. í høvuðsstaðnum er ikki annað enn sjálvsagt. Alt annað er ørðskapur.



Ábyrgdin skal leggjast har hon eigur, tað er á ein sentraliserandi politiskan myndugleika væl stuðlaður av embætisfólki.



Politikarar og álvari

At politikarar kropp á kroppi fara at tosa um viðurskifti uttanfyri Havnina, hvørjaferð ein oljutunna á Skúvoynni skal viðgerast á tingsins røðarapalli, uttan at samfeldi politiski myndugleikin tekur tað í álvara, er høvuðsorsøkin til, at samfelagið er so avskeiklað, sum Johan so rætt vísir á.



Lat meg til seinast í hesum umfari nevna, at eg harmist um, at bæði politikarar og fjølmiðlar kriminaliseraðu átakið, tá eg í síni tíð samankallaði politikararnar uttanfyri høvuðsstaðin til at viðgera hóttandi framtíðina og fleiri av politikarunum hoknaðu.



Enn er ikki ov seint at gera nakað. Tað krevur samstarv millum politiska myndugleikan serliga úti um landið. Tástani kann nakað henda.



Tøkk fyri viðkomandi greinina Johan. Neyðugt er við talsterkari samfeladum liði.



(Hetta er fyrsta greinin av fimm um sama evnið)

www.keldu.com

keldu@post.olivant.fo

Harleyfacadeacryl