Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kavamyndir úr Klaksvík

Oliver Joensen

Í morgun var rættuligt kavaveður tá fólk komu undan fjarðunum, og hann hevur hildið á at kava í allan dag.

Vit vóru ein túr kring um í býnum við myndatólinum um miðdagsleitið.

Ættin hevur verið landnyrðingur og eystan við framhaldandi kavaveðri. Skulu vit lurta eftir veðurspámonnunum, so kunnu vit vænta landnyrðing og norðan líka til mánadagin, við avfalli, helst sum kava og vátaslettingi og ikki fyrr enn mánadagin verður tosað um vesturætt og líggjari aftur. Spáað verður um frost um náttina og lítlan hita um dagin.

Vit kunnu eftir tí rokna við rættuligum kava um vikuskiftið.