Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvølpamotivatión

Norðlýsið

Ven á ein jaligan og stuttligan hátt saman við hundinum.

Síðst í januar byrja 3 nýggjir bólkar við hvølpamotivatión. Ein í Tórshavn, ein á Toftum og eina í Klaksvík.

Hvat er so hvølpamotivatión?

Jú á skeiðnum hevur tú sum ein stoltur eigari av einum hvølpi millum 3 og 6 mánar møðuleika fyri at byrja á einum hvølpamotivatións bólki.

Í venjingarbólkunum hjá HUFF hevur tú atgongd til ein jaligan og stuttligan máta at læra og venja saman við hundinum. Tað hevur til fyrimuns at styrkja áliti millum eigara og hund.

Skeiði er í uml 3 mánar. Har tú umframt lærir teoretiska læruháttin hjá hundi, eisini fart góðar møðuleikar at hava praktiska venjing saman við hundinum t.d.

– Sosiala samverðu – hundurin lærir at umgangast aðrar hundar og fólk.

– Innkall og handfaringsvenjing – læra hvølpin at koma, at sita, at standa og at liggja róligt.

– Ganga pent í bandi – hvølpurin stimbrast til at ganga við sløkum bandi.

– Leitivenjingar- hvølpurin verður stimbraður til at brúka snútan til okkurt stuttligt.

Egarin fær vegleiðing í hvussu hann kann verða ein góður flokksførari.

Kunna verður eisini um okkara hundalóg.

Í Klaksvík verður byrja leygardagin 27. jan. ringjast kann til Ester Hanusardóttir Hansen tlf 220233, á Toftum mikudagin 24. jan. ringjast kann til Sóleyg Matras á Hálvmørk tlf 26 41 31 og Í Tórshavn hósdagin 25. jan. ringjast kann til Fríðhild Debes tlf 22 84 94



Eisini berð til at venda sær til Hundaeigarafelag Føroya á tlf 27 73 17 ella á heimasíðuna hjá okkum www.123hjemmeside/huff.dk

Harleywoodpaint