Eitt ár – krossurin er settur í álmanakkan hjá løgmanni, og samtíðis byrjar tann “fullkomna” samfleagsveitslan, har Jóannes Eidesgaard gongur á odda, og lovar til høgru og vinstru.
“Ballón politikkur og ábyrgdarloysi”
Í samrøðu við Sosialin fríggjadagin 19. januar greiðir løgmaður Føroya fólkið frá, at samgongan fyrireikar seg, til valár – og samgonguskeiði av álvara er farið at halla, tí fáa landsstýrismenn høvi at koma við eyka uppskotum – sokallaðum “ballóninum” til fólkið. Tað er bæði óskiljandi og ábyrgdarloysi av fyrstu skuffu tá, landsins leiðari soleiðis – ikki sørt ósmæðið, veittrar við “góðgæti- sposanum”. Hetta er enn eitt prógv um “løgmansgleðina” hjá Jóannesi Eidesgaard, og gevur ikki beinleiðis vónir um skilagóða stýring av landinum, vit kundu eisini spurt okkum sjálvi, hví tað skuldi komið nú, trý ár eftir at sitandi samgonga tók við..? Veruliga næsta stórmálið í huganum hjá løgmanni er uttan ivi tráanin at halda eina nýggjársrøðu afturat – so lítið er á politisku dagsskránni!
Loyniligu uppskotini og borgarin.
Í somu samrøðu sigur løgmaður at uppskotini skulu koma “borgarunum til góðar”, er tað so ein viðurkenning av at førdi politikkurin higartil ikki er komin borgarunum til góðar? – er tað ein viðurkenning av at skattalættin er ikki komin teimum til góðar, sum treingja hann mest? – er tað ein viðurkenning av at sosiali politikkurin ikki er til? – ella verða lógaruppskotini úr “góðgætisposanum” hjá løgmanni er risafet móti “heimsins besta samfelag”? Er hetta skilagóð og virðilig umsiting av fólksins kassa – landskassanum?
Hetta er einki uttan eitt greitt innlit inn í standin, sum hevur verið í Tinganesi hetta samgognuskeiði, so kann løgmaður tosað um arbeiðsfrið, og tað sanna “fornøjilsi” tað er at vera í samgongu við Fólka – og Sambandflokkin, eingin trýr tær Jóannes, og nú gongur sjón fyri søgn.
Fólkaflokkurin setur dagsskránna.
Øll – sum hava fylgt eitt lítið sindur við, hvat samgongan hevur borðreitt við, vita at løgmaður er bert løgmaður so leingi sum Fólkaflokkurin vil, og tað hevur fullkomiliga merkt mannin. Har er hvørki mál ella mið, politiski vegurin er so krókutur og fløktur at eingin veit hvat samgongan vil ella hvat malið er. Løgmaður ánar ikki hvønn veg hann skal venda, tí aðalmálini hjá Javnaðarflokkin liggja í skeljasori, baklandi er farið heilt í baklás, meðan sambandskreftirnar í Fólkaflokkinum fáa alt ígjøgnum og kundi fyri tað átt bæði løgmann og landsstýrismannin í fíggjar, fiskivinnu – og almanna – og heilsu málum.
Kundi ikki enda øðrvísi!
Hetta seinasta sprelli hjá Føroya Løgmanni, er kanska skiljandi, tí tað ber ikki til í longdini at koyra ábyrgdina yvir á aðrar flokkar, uttan at hava nakað at vísa á.
Við hvørt einasta høvi hevur Jóannes Eidesgaard, lagt eftir undanfarnu samgongu og fyrrverandi landsstýrisfólkum – einamest hjá Tjóðveldisflokkinum.
Hann hevur nýtt alla sína orku at skotið avgerðir niður, sum vóru avgreiddar, umframt at spæla “statsleiðari”, millum veruligar statsleiðarar á bonaðu gólvunum úti í heimi.
Flokkarnir sum mynda sokallaðu “breiðu semjuna”, hava havt eitt endamál: at sita í samgongu! einki politiskt mál, eina visjónsætlan sum teir ikki ein gang trúgva uppá sjálvir, og við einum løgmanni sum rekur borgarligan sambandspolitikk,er virðingin fyri politisku skipanini væl ávegis at fara fyri bakka – “…..tí er so lítið burturúr her blivið”




