Nú er skótaárið longu hálvrunnið, og nógv spennandi hevur verið á skránni.
Eitt nú hava vit verið á legum. Miðskótarnir hava verið á legu á Selatrað, og ætlanin er, aftur at fara á legu einaferð áðrenn páskir. Vit hava í ár, tveir skótar, ið eru úr Fuglafiðri. Teir hava ferast trúfast ímillum við bussi hvørt mánakvøld. Vit øll í miðskótunum, halda at hetta er óført gjørt av teimum, og vóna at kanska onkur annar eisini hevur hug at koma heilt úr Fuglafiðri saman við teimum.
Smáskótarnir hava eisini verið á legu. Leiðin hjá teimum lá til Viðareiðis, har tey hugnaðu sær óført eitt vikuskiftið í novembur. Tey vóna eisini, at fara enn eina legu í vár. Tey hava eisini pláss fyri onkrum úr Fuglafiðri!!
Vit høvdu eisini eina óføra stuttliga jólaveitslu, har vit sóu film, ið Rovarnir hava gjørt, ikki færri enn tvær nissur undirhildu.
Nakrir reystir skótar royndu at taka táttin “Nýggjársheilsan á fjallasíðuni” upp. Tað er ikki lætt at taka “arvin” upp, tá tey øll eru nýggj innan ta øki. Ongin hevði fyrr roynt at skipa fyri, finna evnið, mált upp, skaffa alt sum skal til o.s.f. Men tað má sigast, at tey kláraðu seg heilt væl. Vit vilja takka teimum øllum, ið luttóku við hesum arbeiðið. Eisini vilja vit siga stóra tøkk fyri stuðulin frá Klaksvíkar Kommunu, Eik og Kjølbro Heilsølu.
Í heyst hava vit tíverri verið eitt sindur skerd innan leiðaraøkið. Hetta hevur haft við sær, at bæði yngri og eldru smáskótar hava verið noydd at leggja fundirnar saman. Vit, leiðararnir, hava hildið at hetta man tykjast sindur keðiligt hjá teimum eldru smáskótunum. Tí hava vit avgjørt, at royna ,at hava fund fyri tey týskvøld í staðin, við byrjan frá 30/01 2007. T.v.s. at eldru smáskótar møta týskvøld kl 17.30 – 19.00.
Vit vóna at síggja nógvar skótar, eisini nýggjar, bæði kvøldini. Og ert tú yvir 18 ár, hevur áhuga og stundir, ja, so hava vit brúk fyri góðar leiðarakreftir.
Skrá fyri skótar:
Mánakvøld: Yngru smáskótar (1.fl. – 2.fl.) 17.30 – 19.00
Miðskótar (5.fl. – ) 19.00 – 20.30
Týskvøld: Eldru smáskótar (3.fl. – 4.fl.) 17.30 – 19.00
Við skótakvøðu
KFUM&K-skótarnir í Klaksvík
tlf. 456331




