Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tingið noktaði løgmanni at svara spurningi

John William Joensen

Fyri lítlari løtu síðan noktaði tingið løgtingsmanni at seta løgmanni fyrispurning um Sandoyartunnilin

Tað var annars sandoyartingmaðurin Páll á Reynatúgvu, sum vildi sleppa at spyrja løgmann spurningar viðvíkjandi Sandoyartunlinum.



Undir seinastu tingsetu skapti tað mikla øsing, tá formannskapurin (tá mannaður av Óla Breckmann) tók fyrispurning frá Høgna Hoydal av skránni, tí at formannsskapurin metti, at spurnignurin ikki átti at setast beinleiðs til løgmann, men til avvarandi landsstýrismann.



Í hesum málinum var síðani mett, at formaðurin hevði borðið seg skeivt at, men seinnapartin í dag atkvøddi samgongan ímóti at sandoyartingmaðurin slapp at seta løgmanni spurning um Sandoyartunnilin við teirri grundgeving, at spurningurin átti at verið settur landsstýrismanninum í vinnumálum.







————–







100-25 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi Sandoyartunlinum 







1) Hvørjar samferðsluætlanir hevur sitandi samgonga viðvíkjandi komandi Sandoyartunlinum?



2) Hvørjar samferðsluætlanir hevur sitandi samgonga viðvíkjandi møguligum Skálafjarðartunli?



3) Hvussu langt eru kanningarnar viðvíkjandi Sandoyartunlinum komnar, og hvat restar í?



4) Er linjuføringin fastløgd?



5) Nær verður verklagslóg um Sandoyartunnil løgd fyri Løgtingið?



6) Nær verður arbeiðið viðvíkjandi Sandoyartunlinum boðið út?



7) Nær byrjar arbeiðið upp á sjálvan Sandoyartunnilin?



8) Nær verður Sandoyartunnilin liðugur?



9) Hvussu verður fíggingarmynstrið viðvíkjandi Sandoyartunlinum?



10) Sær løgmaður nakran samfelagsbúskaparligan vansa í at gera ein møguligan Skálafjarðartunnil samstundis, sum Sandoyartunnilin verður framdur?



11) Hvør verður almenni kostnaðurin av arbeiðinum viðvíkjandi einum møguligum Skálafjarðartunli og íbindingarvegum til tunnilin?







Viðmerkingar



Fyri viku síðani legði P/F Skálafjarðartunnilin fram væla ætlan viðvíkjandi føstum undirsjóvartunli, sum bindur saman Eysturoy og Streymoy. Ein risastór samferðsluætlan, sum sambært somu ætlan, hevur við sær, at loyvislóg skal samtykkjast í Løgtinginum í vár. Samlaða verkætlanin skal vera liðug um áleið 5 ½ ár.







Løgmaður hevur fleiri ferðir ført fram, at undanfarna samgonga samtykti og setti í verk Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, og at sitandi samgonga skuldi samtykkja Sandoyartunnilin, sum so skuldi liðugtgerast í komandi valskeiði.







Eins og við einum møguligum Skálafjarðartunli tekur tað meira enn eitt valskeið at fremja ein komandi Sandoyartunnil. Spurningurin er eisini, um tað landsbúskaparliga ber til at fremja tvær so stórar samferðsluætlanir samstundis, hóast onnur eftir ætlan verður verður framd av einum privatum partafelag, og hin helst av einum almennum felag.







Fyri betur at fáa hylling á, hvørjar samferðsluætlanirnar hjá sitandi samgongu eru, nú minni enn ár er eftir av valskeiðnum, vera hesir spurningar settir løgmanni.