Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarp og gegnistrupulleikar

John William Joensen

Nú havi eg í mínum stilla sinni hildið, at Norðlýsið var eitt óheft málgagn fyri allar norðoyingar, skrivar Tórbjørn Jacobsen í kjaktorginum

Navn 
Tórbjørn jacobsen 
Dagur 25. Jan. 2007
Kl 16:02 
 

Táið John William, annar av teimum sum stjórna redaktiónsjuntuni, samstundis sum hann er formaður í Norðoya Sambandsfelag, setur eina redaktionella grein út á heimasíðuna, harið hann argar Tjóðveldisflokkin við tí uppáhaldi, at vit renna aftaná donskum avgerðum í gegnismálinum, í kringvarpsnevndini, so er hann kanska farin um mark. Hvøljan er tó somikið tjúkk, eftirhondini, at hetta taka vit við stívum armi og við sama skemtiliga sinnalagi, sum eg rokni við at hesin "anntydningurin" er hugsaður.

Veljast skuldi ein sjeymannanevnd, ið skuldi stjórna kringvarpinum. Løgtingið skuldi velja 4 limir, landsstýrismaðurin 2 limir og starvsfólkini 1 lim. Løgtingið avgreiddi sítt val so siðiliga sum hugsandi er. Ongin kinkur yvirhøvur. Starvsfólkini hava valt Dia Midjord at umboða seg og Herluf Sørensen sum varaumboð.

Nýggjárskvøld ringdi Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, til undirritaða, og kunnaði meg um, at hann hevði valt Kristu Hvannastein og Símun Absalonsen í nevndina, Símun skuldi vera formaður.

Lat meg sláa tað fast við sjeytummaseymi, um misskiljing skuldi verið komin í, at eg ongar trupulleikar hevði av hesum valinum av Símuni sum formanni. Tvørturímóti. Tað segði eg eisini landsstýrismanninum hetta fyrsta kvøldið í árinum. Í Sosialinum seinri segði eg enntá, at eg dugdi heldur ongar trupulleikar at síggja í tí, at hann var løggildur grannskoðari. Kanska var tað ein fyrimunur.

Lat meg tó sláa tað fast við einum líka so stórum sjeytummaseymi, at eg eisini segði Jógvani á Lakjuni frá einum dømi, sum eg sjálvur hevði verið partur av, har gegnistrupulleikin hjá einum skrásettum grannskoðara var atvoldin til, at hesin ikki kundi gerast stýrislimur í Realkreditstovninum. Hetta var í 2000. Har varð so eftirfylgjandi neyðugt, at velja ein annan ístaðin. Orsakað av hesi orsøk, heitti eg staðiliga á hann, um at kanna hesi viðurskiftini til botns, áðrenn hann lanseraði endaligu samansetingina av nevndini, mest fyri at hann ikki sjálvur skuldi koma sær í eina óneyðuga trupla støðu.

Táið tíðindini so bórust dagin eftir, tók ein tað fyri givið, at umsiting hansara hevði kannað hetta málið, soleiðis sum undirritaði hevði ráðført um. Men tað skuldi ikki vísa seg. Ikki fyrrenn turbolensur aftur kemur í málið, fer Mentamálaráðið undir at kanna hesi viðurskifti. og nú vakna teir knappliga til dáð, og varnast at Símun er í júst somu trupulleikum, sum skrásetti grannskoðarin, ið ætlanin var at velja í Realin fyri 6-7 árum síðani.

Nú er tað soleiðis, at eg eri framsøgumaður Tjóðveldisfloksins í mentamálum, og í tí sambandinum svaraði eg spurningunum frá ÚF, sum John William nú vísir til.

Samanumtikið skal til endans staðfestast, at Tjóðveldisflokkurin ongar viðmerkingar hevði til valið av kringvarpsnevnd yvirhøvur. Stuðlaðu hinvegin valinum. Tó varskógvaðu vit um teknisku forðingarnar, sum kundu steðga Símuni Absalonsen at gerast limur og formaður. Ikki tí at hann var nakar trupulleiki, men eittans tí at vit kendu hesa gáttina í tulkingini av gegnisviðurskiftum. Tjóðveldisflokkurin hevur ikki biðið um nakra tulking frá nøkrum donskum instansi, tað kundi ikki komið okkum til hugs, Skráseting Føroya er jú føroysk. Tí er adressan skeiv, John William, tað er Mentamálaráðið sum hevur biðið um eina niðurstøðu frá skrásetingini, sum aftur er farin til danskar serfrøðingar eftir eini tulking. Tjóðveldisflokkurin er ein politiskur flokkur og rótar seg ikki upp í hvat skrásetingin fæst við yvirhøvur. At Mentamálaráðið og Jógvan á Lakjuni hava sovið í tímanum, og klossað í tí, kann ikki vera okkara mistak. Máti skal vera við at yvireksponera flokkin, sum hóast treystastur og hugsjónarfastasti av øllum, situr í andstøðu fram til komandi løgtingsval, og harvið onga formella stýring hevur á Mentamálaráði, Skráseting Føroya ella "Erhvervs- og Selskabsstyrelsen". Helst hevur juntaleiðarin, John William, formaður í Norðoya Sambandsfelag, meira við hesi viðurskifti at gera, sum partur av samgonguni, enn Tjóðveldisflokkurin.

Tað var nú spell við Símuni. Kenni hann bara periferiskt, og haldi hann vera ein evnagóðan skilamann. Spell bara, at Jógvan á Lakjuni lat danskar tulkingar steðga honum í at røkja hendan sessin, sum hann er ivaleysa væl skikkaður til at røkja annars. Kanska er bróður hansara Árni tann einasti í landinum, sum er meira skikkaður enn hann, serliga táið hugsað verður um hansara fortíð sum fjølmiðlamaður og blaðútgevari, men hann hevði eisini fallið fyri donsku tulkingini, sum Jógvan á Lakjuni hevur rakað eftir suðuri í ríkisins metropoli, Keypmannahavn, um hvussu føroyskir grannskoðarar skula kunna geberda sær í donsku heimastýriskommununi – Føroyar.