Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bátastevnan 2007

Oliver Joensen

Aftur í ár verður skipa fyri bátastevnu í Vestmanna. Eins og undanfarin ár verður stevnan hildin í mai og rokna verður við fleiri enn 200 bátum til stevnuna.

Bátastevnan 2007 í Vestmanna.

Leygardagin 19. maj verður árliga Bátastevnan í Vestmanna, tann besta og stórsta bátastevnan í Føroym, har bátar og smærri før úr øllum Føroyum seta hvørjum øðrum stevnu í Vestmanna.

Hetta er 6 árið á rað, at bátastevnan verur hildin í Vestmanna í maj mánaði og tiltakið hevur verið ógvuliga væl umtókt. Undanfarin ár hava upp í 200 bátar úr øllum landinum sett stevnu í Vestmanna, til hugnaliga samverðu, har tónleikur og sangur hava runga á kajøkinum til langt út á kvøldið, og menn og kvinnur hava gingið borð um borð til hugna, reyp og sang – eitt sereyðkenni fyri Bátastevnuna í Vestmanna, ið neyvan hevur sín líka.

Eitt tiltak, sum longu nú aftur er nógv eftirspurt og har bátafeløg hava boða frá, at tey eru farin í holt við at rigga seg til, til hendan dag. Undanfarin ár hava eisini fólk við kampingvognum, motorsúklum og fólk á hestbaki umframt onnur vitja stevnuna.

Eins og undanfarin ár verður suppa við meir til luttakandi fólkið og um kvøldi verður skipa fyri stóra Bátastevnudansinum í Ítróttarhøllini.

Ætlanin er at skipa fyri fleiri tiltøkum á kajøkinum og í Ítróttarhøllini, bæði fyri vaksin og børn. Tá stevnan nærkast, verður endalig skrá fyri Bátastevnuna 2007 kunngjørd.

Av tí at Bátastevnan í Vestmanna er so væl umtókt, og nógvir bátar vitja, avgjørdu fyrireikarnir seinasta ár at betra um atløguviðurskiftini við at leggja bátabrúgvar út, soleiðis at mongu bátarnir komu at liggja trygt og væl. Hetta eydnaðist sera væl, og verður hetta eisini gjørt í ár.

Vestmanna Ítróttarfelag væntar, eins og undanfarin ár, at tiltakið fær minst líka góða undirtøku í ár og bjóðar hervið øllum áhugaðum vælkomnum á Bátastevnu 2007 í Vestmanna, leygardagin 19. maj 2007.

Vestmanna Ítróttarfelag.

Harleyfacadeacryl