Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpsstýrið nýggjan formann

Oliver Joensen

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á lakjuni, hevur tilnevnt Rúna Heinesen, úr Klaksvík, sum formann fyri stýrið fyri Kringvarp Føroya.

Kringvarpsstýrið nýggjan formann



Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevur tann 25. januar í ár tilnevnt Rúna Heinesen, stjóra á Tekniska skúla í Klaksvík, til formann fyri stýrið fyri Kringvarp Føroya.



Rúni Heinesen, sum er 48 ára gamal, er útbúgvin akademiverkfrøðingur á Danmarks Tekniske Universitet í 1982. Hann hevur arbeitt sum ráðgevandi verkfrøðingur frá 1982 til 1986 og sum verkfrøðingur hjá Klaksvíkar kommunu frá 1986 til 1994 – seks ár av hesum skeiði sum býarverkfrøðingur.



Rúni Heinesen hevur verið nevndarformaður í P/f Føroya Bjór síðani 1995. Hann hevur eisini verið nevndarformaður í P/f Maru Seafood, og hevur harumframt drúgvar royndir frá øðrum nevndararbeiði.



Rúni Heinesen hevur verið stjóri á Tekniska skúla í Klaksvík síðan 1994 og hevur dyggar leiðslu- og fyrisitingarroyndir.