Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík: nýggjan parkeringsvørð

Norðlýsið

Klaksvíkar kommuna arbeiðir í løtuni við at fáa ein parkeringsvørð í Klaksvík.

Fyri nøkrum árum síðan var ein skipan við einum parkeringsvørði í Klaksvík, men av ymiskum orsøkum er hetta dottið niðurfyri.

Seta ein parkeringsvørð
Kommunan arbeiðir í løtuni við at seta ein parkeringsvørð, sum kann halda skil á parkeringssiðvenjuni í Klaksvík.
Ein afturvendandi trupulleiki er, at bilar parkera í skeivari síðu á vegnum til stóran ampa fyri ferðsluna. Hartil er tað eisini vandamikið at parkera í skeivari síðu, serliga tá myrkt og ringt sýni er.

Ansa eftir bilinum
Samráðingar eru í løtuni við Ansni, har nærri tilskilað verður hvør av starvsfólkunum hjá Ansni skal fáa myndugleika til at vera parkeringsvørður í Klaksvík. Tað er nevniliga soleiðis, at ein og hvør ikki kann hava hetta starv. Tí skal ein av starvsfólkunum hjá Ansni fáa tilskila hendan myndugleika.

Parkeringsvørðurin hjá Ansni skal hava eftirlit við, hvussu bilar og onnur akfør í býnum parkera. Um og tá óreglusemið verður staðfest, kann parkeringsvørðurin heita á fútan, um at skriva eina bót. Sostatt er tað fútin ið skrivar bøturnar eftir áheitan frá parkeringsvørðinum.

Ætlanin var at seta ein parkeringsvørð fyrst í hesum árinum, men enn eru samráðingar við Ansni um tey formellu viðurskiftini, sum skulu vera í rættlag, áðrenn parkeringsvørðurin kann setast, ikki heilt lidnar. Við í hesum samráðingunum eru umboð fyri kommununa, løgregluna og Ansni.
Gongst sum ætlað verður parkeringvørður settur í nærmastu framtíð.

Í fyrstu atløgu verður talan um eina royndartíð har skipanin verður roynd. Seinni verður ein eftirmeting gjørd av skipanini og støða tikin til, um ein parkeringsvørður framhaldandi skal virka í Klaksvík eftir hesum leisti.

Ikki virka sum løgregla
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur í hesum sambandi, at tað er neyðugt at hava ein parkeringsvørð í Klaksvík. Endamálið við einum parkeringsvørði er hjálpa ferðsluni, heldur enn at virka sum løgregla. Men um bilar standa ólógliga parkeraðir, so frætta teir frá fútanum við eini bót.

Kommunal parkeringsøki
Borgarstjórin leggur afturat, at í Klaksvík eru nógv kommunal parkeringsøki, sum ikki í nóg stóran mun verða brúkt. Við hesum átakinum vónar hann, at bilførarar fara at geva teimum avsettu parkeringsøkjunum meira ans og brúka tey tilskilaðu økini.