Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manshondbóltur, 2. deild: Stóri málskjúttin: Allan Mørkøre

Norðlýsið

Neistin – Team Klaksvík 30-34 (16-16): Allan Mørkøre sløkti Neistan við 12 málum

Við 12 málum var Allan Mørkøre tann stóri málskjúttin hjá klaksvíkingum síðsta leygardag í høllini á Hálsi í Havn, har Neistin tók ímóti Team Klaksvík, sum var uttan ein av týdningarmestu leikarunum, nevniliga Jákup Mikkelsen í málinum. Hóast ikki heilt fullmannað lið, so var Team Klaksvík favorittur áðrenn dystin, men Neistaliðið, sum var nakað sterkari enn seinast, tá liðini møttust, hevði ætlanir um at leggja bein fyri uppflytingini hjá klaksvíkingum. Í fyrra hálvleik leikaði javnt á, og hóast Team Klaksvík legði seg á odda fyrstu løtuna, bardust neistamenn manniliga, og gjørdu tað trupult fyri klaksvíksliðið. Hálvleikstøðan var 16-16, men í seinna hálvleiki vístu gestirnir úr Klaksvík, at teir vildu tað øðrvísi Eftir 8 minuttum hevði Team Klaksvík lagt seg á odda 23-17, og so sá restin av dystinum út til at verða ein avgreiðsluspurningur. Tá 10 minuttir restaðu, var Team Klaksvík á odda 30-22, og dysturin var avgjørdur. Klaksvíkingar loyvdu nú sær sjálvum at taka sær eitt sindur av løttum ta løtuna, sum eftir var av dystinum, og tað gav rúm fyri einum lítlum háli hjá havnarmonnum. Endaliga úrslitið gjørdist, at Team Klaksvík vann 34-30. Ein uppiborin sigur, sum væl kundi verið størri. Heimasíðan hjá felagnum, www.team-klaks vik.com, greiðir frá, at venjarin, Fríðin Ziskason, eftir dystin segði seg vera væl nøgdan við avrikið hjá leikarunum. – Leikararnir vístu ein ótrúligan vilja, og við Allani Mørkøre á odda var ikki nógv at gera hjá neistamonnum, segði Fríðin í stuttari viðmerking. Á heimasíðuni hjá Team Klaksvík er eisini eitt yvirlit yvir málskjúttarnar hjá felagnum, og har framgongur, at Allan Mørkøre er fremstur toppskjútti við higartil 98 málum í 12 dystum. Málini hjá Team Klaksvík ímóti Neistanum gjørdu: Allan Mørkøre 12 Meinhardt Joensen 5 Dánjal Kjærbo 5 Fríðin Ziskason     4 Niclas Niclasen     3 Gunnar á Steig 2 Kristian Andreasen 1 Tórður Lervig 1 Óli Poulsen 1 Málverjar vóru Bent Hansen og Sylvan Jakobsen.

NAVN            DYSTIR         MÁL ALLAN MØRKØRE    12        98 DANJAL KJÆRBO        13        77 FRÍÐIN ZISKASON    13        41 NICLAS NICLASEN    11        31 KRISTIAN ANDREASEN    9        29 MEINHARDT JOENSEN    7        25 STEFFAN KALSØ        9        21 JÓGVAN HANSEN        6        18 GUNNAR Á STEIG        8        14 JÓN JACOBSEN        4        13 KRISTOFFUR JACOBSEN    4        12 TÓRÐUR LERVIG        4        10 ÓLI POULSEN        4        5 RÓGVI OLSEN        4        4 BEINUR HEÐINSON    5        4 HERI THORSTEINSON    5        3 JAKUP MIKKELSEN    11        0 SYLVAN JACOBSEN    7        0 BENT HANSEN        7        0 RUDOLF ELIASEN    2        0