Tað er nakað heilt serligt, at NHR ger so nógv um seg í FM-kappingini, sigur Sigmar Sørenen.
NHR er kappróðrar-felagið við størstu áskoðarafjøldini – At eitt so lítið felag sum NHR skal gera so nógv um seg í FM-kappingini er nakað heilt serligt, og tað eru vit sera stolt av – ikki bara vit í felagnum men eisini alt bygdafólkið, tað er heilt sikkurt, sigur Sigmar Sørensen, næstformaður í Norðdepils-/Hvannasunds Róðrarfelag – vanliga stytt NHR – ið sigst hava ta størstu viðhaldsfjøldina við sær til kappróðrarstevnurnar. Hóast íbúgvaratalið í Norðdepli og Hvannasundi samanlagt er áleið 450 – tvs. ein tíggjundapart av Klaksvík – so skal ein ikki undirmeta, hvat fólkið í hesum lokalsamfelagnum kann avrikað. Framúr sterkt lokalsamfelag Síðani endurstovnanina av NHR í 2002 hevur hetta kappróðrarfelag víst eina óvanliga stóra viljastyrki og vinnaravilja. NHR hevur nevniliga megnað at vunnið føroyameistaraheitið heilar tvær ferðir: Sundabáturin vann FM hjá 6-mannaførum við monnum í 2004, og dreingjamanningin við 5-mannafarinum Rituni vann FM-heitið í fjør, samstundis sum menninir við Sundabátinum vunnu silvur hjá 6-mannaførunum, meðan kvinnumanningin við Rituni vann bronsu, so talan er veruliga um eitt felag, har fleiri av manningunum hava verið og óivað framvegis eru kandidatar til heiðursmerki og enntá til føroyameistaraheiti. Hetta má sigast at vera eitt bragd av einum lutfalsliga so lítlum lokalsamfelag, men hetta prógvar samstundis hetta sama, sum Norðlýsið áður hevur ført fram, at hesi smærru og størru lokalsamfeløgini kring um í landi okkara hava eina serliga styrki, samleika og samanhald, sum ger slík brøgd gjørlig. Uttan viðhaldsfólkini var einki róðrarfelag Norðlýsið hevur tosað við ein av oddamonnunum í NHR, Sigmar Sørensen úr Hvannasundi, sum er næstformaður í hesum vinnandi felagnum, og fyrsti spurningurin var, hvussu tey í felagnum vóru og eru nøgd við úrslitini í fjør. – Tú kanst ætla, at vit eru sera væl nøgd. – At eitt so lítið felag sum NHR skal gera so nógv um seg í FM-kappingini er nakað heilt serligt, og tað eru vit sera stolt av – ikki bara vit í felagnum men eisini alt bygdafólkið, tað er heilt sikkurt, sigur Sigmar Sørensen, sum sjálvur er sundamaður og tí veit at siga frá, tá vit spyrja, um áhugin í kappróðri er stórur í bygdunum báðum. – Um hann er! Tá ið ein eigur størstu áskoðarafjøldina í Føroyum innan kappróður, tá haldi eg at tað talar fyri seg! – Áhugin er bæði stórur hjá ungum sum gomlum. – Eftir eina vunna stevnu verður vinnandi báturin saman við manningum koyrdur runt í báðum bygdunum saman við einari langari rekkju av floytandi og blunkandi bilum, og bygdarfólk heilsa upp á vinnandi manningarnar, summi koma út um og standa uttanfyri, meðan onnur eru í vindeyganum, greiðir Sigmar frá – jú einki er at ivast í, at tað er sannur hátíðardámur, tá sigrandi kappróðrarmanningar koma heimaftur av stevnu. – Og tá ið eg sigið, at onkur grætur av gleði, so lúgvi eg ikki! – Fýrverk verður sent upp, og til seinast verður so farið í arbeiðsmannafelagshúsið at fáa sær suppu, smyrjibreyð, kaffi og te saman við manningnum. Og sungið verður eisini – so vit kunnu róliga siga, at áhugin í kappróðri er sera stórur – nei, uttan bygdarfólkið var einki felag, sigur Sigmar Sørensen, næstformaður í NHR.




