Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving – liðkappingin, 3. deild: Framvegis á odda

Norðlýsið

Telving – liðkappingin, 3. deild: Unga liðið hjá Klaksvík í 3. deild framvegis á odda

Við javnleiki 2-2 í oddadystinum á útivølli ímóti Havnini megnaðu Rógvi Dragaberg, Esbern Christiansen, Bogi Hansen og Herborg Hansen at varðveita oddasessin í 3. deild, har sera tætt er millum fleiri lið í oddanum. Unga liðið hjá KTF í 3. deild eitur KTF3, meðan hitt liðið hjá felagnum í hesi deildini eitur KTF4. Hetta seinna liðið er mannað við meira tilkomnum telvarum, sum eisini er sera gott og gevandi fyri felagið, tí tilkomnir telvarar geva felagnum nakað serligt, eisini um úrslitini ikki altíð eru eftir vild. Esbern og Herborg fingu fulla úrtøku Um úrslitið hjá tí spennandi unga liðnum hjá KTF leygardagin kann í stuttum sigast, at Rógvi á fyrsta borði og Bogi á triðja borði máttu lúta fyri tveimum so royndum monnum sum Jeffri Justinussen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð. Men samstundis gekk betur á 2. og 4. borði, har Esbern Christiansen og Herborg Hansen vunnu síni talv ímóti ávíkavist Poul Poulsen og Jaspur T. Gaard.
Úrslitini í 6. umfari í 3. deild: GT – VT4 3½-½
ST3 – Skopun 2-2
ST4 – HT5 2-2
Rókur – KTF4 3½-½
Hans Kristian Simonsen – Egil Finnsson 1-0
Bjarki Ziska – Vagn Heldarskarð 1-0
Árni Dam – Dánjal Petur Jacobsen ½-½
Bergur Johannesen – Klæmint Hansen 1-0
HT4 – KTF3 2-2
Jeffri Justinussen – Rógvi Dragaberg 1-0
Poul Poulsen – Esbern Christiansen 0-1
Arnbjørn Ó. Dalsgarð – Bogi Hansen 1-0
Jaspur T. Gaard – Herborg Hansen 0-1