Klaksvíkar Kommuna arbeiðir hart við at loysa grundstykkjatørvin, tí trýstið er størt, bæði frá privatum og frá vinnuni, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri.
Tá býráðið hevði tikið avgerð um at økið uttanfyri bátahylin við Borðoyarvík skuldi leggjast av til eitt ídnaðarøki, var eisini avgjørt, at lata tað yvir til umsøkjararnar at finna útav hvussu økið skuldi stykkjast sundur til teirra, ið høvdu søkt um grundstykki til ídnaðarvirki. Hesin bólkurin hevur arbeitt við málinum og er komin aftur til býráðið við eini umbøn um meira lendi. Tá økið á fyrstan tíð var avsett til ídnaðarøki, var talan um grundstykki til sjey umsøkjarar, men nú uppgjørt er, hevur bólkurin umleið dupult so stórt øki fyri neyðini, tí tað vísir seg nevniliga at nú eru 14 umsøkjarar til ídnaðarøkið við Borðoyarvík. Býráðið fer í næstum í samráðingar við hagan um meira lendi til ídnaðarøkið. Sethúsaøki Tað hevur gingið væl við vegnum, sum nú verður gjørdur til eina nýggja útstykking á Grashjalla. Tað er Kanjon sum hevur hetta arbeiði um hendir, og vit rokna við, at kunna útlutað 48 grundstykkir til fólk, ið standa á býðilista hjá kommununi. Við vissu kann ikki sigast enn heilt neyvt nær henda útlutan verður, men vónandi kunnu tey, fyrstu á bíðilistanum fáa hesi tillutaði einaferð í komandi mánaða. Men vit hava nógvar umsóknir liggjandi um grundstykkir til sethús, so sjálvt við hesi útstykkingini verður grundstykkjaspurningurin ikki loystur og tí arbeiða vit á fleiri økjum við at fáa størri øki til útstykkingar.




